Førarin slapp ómetaliga væl frá einum ferðsluóhappið í Skálabotni sunnumorgunin, sum kundi enda verri.
Ein maður einsamallur í bilinum koyrir ígjøgnum bygdina umleið klokkan hálvgum níggju. Tá hann kemur til støðna fer bilurin omanav vegnum. Bilurin er eftir øllum at døma farin runt, tí takið er kroyst niður. Bilurin gjørdist vrak av óhappinum.
Til alla lukku sat førarin í trygdarbelti, og tí slapp hann so væl frá hendingini, verður sagt av politistøðini í Runavík. Vakthavandi kennir tó ikki orsøkina til óhappið.
Førarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið í sjúkrabili til kanningar.