Ferðsluóhapp og útrykningur

Stórur útrykningur hevur verið í Havn tíðliga í kvøld, og orsøkin er, at tvey ferðsluóhapp eru hend í Kollfjarðartunlinum.

Stórur útrykningur hevur verið í Havn tíðliga í kvøld, og orsøkin er, at tvey ferðsluóhapp eru hend í Kollfjarðartunlinum.

 

Sum skilst á løgregluni er hesi óhapp hend í hvør sínum enda á tunlinum.

 

Løgreglan hevur higartil ikki havt stundir at tosa nágreiniliga við miðlarnar. Tey heita á fólk, sum eru stødd í tunlinum, um at sløkkja bilarnar - og um møguligt at koyra úr tunlinum.

 

Løgreglan heitir eisini á bilførarar, sum ætla sær um hesar leiðir, um at koyra eftir Oyggjarvegnum. Løgregla og sjúkrabilar eru á staðnum í tunlinum.

 

In.fo fylgir málinum og fer at venda aftur, tá vit frætta frá løgregluni.