Ferðsluóhapp norðanfyri Streymnes

Eitt ferðsluóhapp hendi í dag um 14 tíðina.

 

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini, so kom ein bilur koyrandi suðureftir móti Streymnesi og endaði við síðurnar av vegnum og lendi á takinum.

 

Tað er enn ógreitt júst hvat hendi.

 

Ein persónur var í bilinum og viðkomandi er fluttur á sjúkrahúsið við pínu í akslum og nakkanum.