Ferðsluóhapp í Mjørkadali í nátt

Eitt ferðsluóhapp var í Mjørkadali í nátt. Tveir ungir mans høvdu koyrt útav vegnum.

 

Eingin persónsskaði stóðst av tilburðinum, men báðir menninir vórðu ov ungir at koyra, eins og teir eisini vórðu ávirkaði av rúsdrekka.

 

Umframt tað, verður maðurin, ið hevði ræðisrætt á bilinum, eisini skuldsettur fyri at hava latið hin koyrt, vitandi um, at maðurin hevði drukkið rúsdrekka.