Ein bilur rendi fyri løtu síðani í veggin inni í Kalbakstunlinum. Ongin fólkaskaði er. Sambært politinum rendi bilurin inn í veggin umleið ein triðing inni Kollfjarðamegin. Ongin álvarsligur fólkaskaði hendi, men bæði løgreglu- og sjúkrabilar eru har, siga fólk á staðnum.