Ferðsla og ferðmørk

Jón Kragesteen

 

Ein bilur er fyrst og fremst eitt flutningstól, og tá ið tú setur teg aftanfyri róðrið í bili tínum, er ætlan tín vanliga, at koma úr einum stað í annað, so skjótt tað nú einaferð ber til, og tað við einari rímiligari kenslu av tryggleika, meðan tú koyrir. Nú ljóðar tað so lætt - tað at koyra bil. Men í veruleikanum verður kravt av tær at tú, áðrenn tú fert avstað, tekur støðu til eina rúgvu av spurningum. Fyrst eigur tú at hugsa um, hvussu tú er fyri, ert tú før ella førur fyri at koyra í tí støðuni, tú ert í í løtuni? Síðani er tað bilurin, er hann í nóg góðum standi - og hvussu er vegurin, sum koyrast skal eftir, er hann breiður ella er hann smalur - ella er hann asfalteraður? Og hvussu er við ferðsluni, eru nógvir bilar á vegnum? Hvussu er veðrið? Hvussu er sýnið? osfr

Fyri at koyra trygt, eigur tú at taka støðu til allar hesar spurningar og laga koyring tína eftir teimum - og ikki minst at laga ferðina eftir teimum. Í Føroyum og øllum londum rundan um okkum, eru ásett mørk fyri, hvussu skjótt bilar kunnu koyra. Í Føroyum hava vit tvey alment galdandi ferðmørk, nevniliga 50 km/t í bygdum øki og 80 km/t uttan fyri bygt øki. Í báðum førum er galdandi, at hetta er hægst loyvda ferð og legg til merkis: - tað verður ikki kravt av tær, at tú endiliga skalt koyra 50 km/t ella 80 km/t ella har uppi í móti! Tú hevur loyvið at koyra spakuligari og eigur at gera tað, um tað er neyðugt fyri at koyra trygt.

Kanningar vísa, at nógvir bilførarar hava eina óveruliga fatan av førleika sínum og halda seg kunna koyra væl skjótari, enn ferðmørkini geva loyvi til. Hesir ilskast inn á ferðmørkini og hava hug at bróta tey. Felags fyri hesar bilførarar er, at teir í stóran mun undirmeta vandarnar í ferðsluni og fylgjurnar av teimum.

Flestu av okkum hava t.d. á ávísum støðum á landsvegunum upplivað kensluna, at her kundi tú saktans koyrt skjótari enn 80 km/t. Vegurin er breiður og beinur og sýnið er gott til allar síður - og er bilurin nýggjur og stórur við alskyns av-fjarð-ing-um og ljóðdemparum, kann tað beinleiðis kennast, sum um tú koyrir við snigla-ferð, hóast tú koyrir 80 km/t. Tú hugsar kanska, at her kundi tú í minsta lagi koyrt 100, áðrenn vandi er á ferð. Og hetta er júst kjarnin og hugburðurin aftan fyri tað at seta ferðmørk. Tað er nevniliga av størsta týdningi at hava eina breiða margu í millum tað, sum er trygt, og tað sum er vandamikið og tað vildi verið sera ófor-svar-ligt at sett ferðmarkið dygst upp at tí vandamikla. Tað kann jú so nógv óvæntað henda, seyður kann koma út á vegin, eitt hjól kann punktera, bilar kunnu vera í skeivari síðu, t.d. í sambandi við yvirháling. Og hendir nakað óvæntað, skal vera tíð at bremsa ella at stýra uttan um og tað uttan at koma í vandaøkið.

Allar kanningar vísa, at har ið ferðmarkið verður sett upp, økist vandin fyri álvarsligari vanlukku og serliga teimum, sum krevja mannalív. Økist ferðin, økjast eisini krøvini til bilføraran og tað serliga til reaktiónsevni hansara. Og við øktari ferð, økist bremslongdin. Økist ferðin t.d. við 10 km/t frá 80 upp í 90 km/t, økist bremsulongdin úr 54m upp í 72m - heilar 18 m- og hetta kann vera spurningur um lív ella deyð. Og stoyturin við hesi - í gásareygum - lítlu ferðhækking økist eisini munandi. Sum dømi um hetta kann nevnast, at stoyturin, sum eitt barn gevur, ið vigar 32 kg - við 80 km/t er 2,4 tons. Heldur tú hetta vera nógv, skalt tú hugsa um, at við 90 km/t legst uml eitt tons afturat, so at stoyturin verður um hálvt fjórða tons hjá barninum, sum í sjálvum sær framvegis vigar 32 kg.

Hetta eru øgilig tøl og tey verða nevnd fyri at geva eina hóming av, hvussu ógvusligar náttúrukreftir fara at virka, tá ið samanstoytur hendir og ferðin er stór.

Vónandi gevur hetta tær, sum hevur trongd til at traðka á spitaran, okkurt at hugsa um.

Tú hevur skund, sigur tú kanska. Hugsa so um, at munurin í millum at koyra við 80 ella 90 km/t úr Leirvík til Havnar er einans fimm og ein hálvur minuttur!