Fer sín seinasta túr á Føroyabanka

Ætlanin er at endurtaka gastronomisku Føroyabankakvøldini í Barbaru, tá Magnus Heinason kemur aftur av Bankanum.

 

So fer hann seinasta túrin út á Føroyabanka, okkara gamli, Magnus Heinason. Ætlanin var, at túrurin á Bankan í mars í ár skuldi vera hin seinasta hjá hesum skipi, men Jákup Sverri er ikki heilt liðugur enn.

Tí verður tað enn einaferð Magnus Heinason, sum fer at gera heyst yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka, og ætlanin er at loysa hin 2. september við Peturi Steingrund sum leiðara á ferðini.

Gongst sum ætlað á kanningarferðini, verður Magnus Heinason inni aftur hin 9. september, og væntast kann, at vælumtóktu Føroyabanka-dagarnir á matstovuni Barbaru verða 11.-12. september.

Sum skilst, verða tað aftur í ár royndir og dugnaligir flekjarar úr Leirvík, sum fara at skera og skipa fyri, tá fiskurin verður skorin - og í Barbaru verða tað kendu andlitini, Kári og John, sum skipa fyri tilreiðingini av hesum edliga fiski.

Í vár eydnaðist væl hjá Magnusi Heinasyni á Føroyabanka, men covid-19 gjørdi, at eingir gastronomiskir dagar vóru á Barbaru í hesum sambandi, soleiðis sum vanligt hevur verið seinnu árini.

Tey, sum standa aftan fyri Føroyabankakvøldini, vóna og vænta, at alt fer at laga seg hesaferð, og at undirtøkan í heyst verður eins stór, og hon hevur verið undanfarnu Føroyabankakvøld.

Mong hava hoyrt um hendingina stríðsárini, tá týskurin søkti fleiri skip á Føroyabanka. Viðhefta kavbátamynd er av systirskipinum hjá kavbátinum, sum á sinni gjørdi feigdina um seg á Bankanum.

##med2##

##med3##