Fer ordiliga at svíða hjá Sea Shepherd

Fólk frá Sea Shepherd, og onnur sum órógva grindadráp, fara nú at fáa nógv harðari revsing, enn Jacob Vestergaard ætlaði

 

Nú fer tað rættiliga at svíða í pengapunginum hjá Sea Shepherd, og øðrum, sum leggja seg út í grindadráp.

 

 

Les um næsta átakið hjá Sea Shepherd í Føroyum við at trýsta HER 

 

 

Løgtingið hevur akkurát nú samtykt, at tey, sum leggja seg út í grindadráp, skulu hava minst 25000 krónur í bót. Síðani kann bótin hækka, alt eftir, hvussu harðliga, tey fara til verka. Annars kunnu tey eisini verða dømd at sita í fongsli.

 

Hetta stendur í nýggju grindalógini, sum løgtingið hevur samtykt nú í morgun.

 

 

Les eisini: Ræðuleikarnir í Føroyum skulu steðgast

 

 

Hetta er nógv harðari revsing enn Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í veiðimálum, hevði samtykt. Hann hevði skotið upp, at tær minstu bøturnar skuldu vera 5000-7000 krónur

 

Men ein stórur meiriluti í løgtinginum heldur ikki, at hetta er nóg mikið fyri at ræða fólk frá at leggja seg út í grindadráp

 

- Endamálið við eini bót er, at hon skal hava eina fyribyrgjandi, og ræða fólki frá at bróta lógina, heldur meirilutin í løgtinginum.

 

Tí heldur meirilutin metir, at ein bót á 5000 - 7000 krónur, er alt ov lág sum eitt minstamark fyri at bróta lógina. Tí halda tey, at tann minsta bótin skal vera 25.000 krónur, og tað hevur løgtingið nú samtykt.

 

 

Les eisini: Sea Shepherd kemur til Føroya við drotningini

 

 

Annars kunnu tey, sum órógva grindadráp, eisini verða sett í fongsul, heilt upp í tvey ár, undir ávísum skerpandi umstøðum, eitt nú, tá ið skaði stendst av, ella vandi er fyri slaða, ella tá ið ein áður hevur fingið dóm fyri sama lógarbrot.