Ferðslutrygd
Ráðið fyri ferðslutrygd skal vera nógv sjónligari í framtíðini, enn tað hevur verið.
Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sigur, at ráðið fer nú at leggja á annan bógv.
Higartil hevur politikkurin hjá Ráðnum verið ikki at gera nógv um seg í sambandi við vanlukkur og óhapp.
?Higartil hava vit bert lagt okkum eftir at arbeiða fyri tí, sum øll eru samd um, t.d. um at fáa øll at nýta endurskin, trygdarhjálm, trygdarseðlar o.s.fr.
? Við øðrum orðum hava vit bara borið vitan víðari, sum ongir trupulleikar kunnu standast av.
Hinvegin hava vit ikki gjørt nógv burturúr at bera vitan og ráðgeva um mál, har vit kunnu koma upp á tvørs av stovnum og myndugleikum. Tað hava vit ikki gjørt, tí vit hava lagt stóran dent á samstarv við stovnar og myndugleikar.
? Av tí sama hava vit ikki gjørt nógv við at ráðgeva myndugleikar um, hvørjar ábøtur, vit halda eiga at vera gjørdar á vegastrekkum ymsastaðni kring landið.
Men Jón Kragesteen sigur, at Ráðið fyri Ferðslutrygd fer nú at broyta politikk á hesum øki.
? Hereftir skulu vit virka meiri sum eitt brúkafelag og vera ein mótpólur til myndugleikarnar, tá ið tað um ferðslutrygd um ræður, tí slíkan mótpol hava myndugleikarnir ikki í løtuni og tað er tað saknur í.
? Frameftir fara vit í nógv størri mun at vera geva myndugleikunum eitt mótspæl, tá ið ferðslutrygd umræður.
Hann sigur at hereftir fer Ráðið fyri Ferðslutrygd í størri mun virkar um ein andstøða til myndugleikarnar og fer at gera meiri vart við seg við at vísa á pláss, har vit halda, at tað tað er neyðugt at gera ábøtur og broytingar fyri at bøta um trygdina.
? Har vit kunnu vísa á, at umstøðurnar hava gjørt avleiðingarnar av einumn óhappi verri, enn neyðugt, eiga vit at bøta um trygdina
Hann heldur, at Ráðið fyri Ferðslutrygd saktans kann samstarva við stovnar og myndugleiikar, hóast tað ikki er samt við hesar somu stovnar og myndugleikar.
Jón Kragesteen sigur, at, at tá ið eitt óhapp, ella ein vanlukka er hend, er tað neyðugt at kanna umstøðurnar at broyta tað, sum er neyðugt, fyri at bøta um trygdina, soleiðis at avleiðingarnar av teimum mistøkum, sum henda, verða avmarkaðir.