Úti við 60 fólk møttu á aðalfundinum hjá Javna leygardagin, og forkvinnan Sigrun Wardum var serliga fegin um, at so nógv menningartarnað fólk komu á fundin.
Ein serlig orsøk var til hetta, tí fyri fyrstu ferð skuldu veljast tríggir limir í undirnevndina Spyr meg hjá Javna, og valbæri høvdu bara menningartarnað fólk.
Formaðurin ella forkvinnan skuldi veljast beinleiðis á fundinum.
- Eg var so bilsin, at eg fekk næstan 30 atkvøður, sigur Durita Strøm, sum varð vald til forkvinnu.
Ellivu fólk stillaðu upp til nevndina, og hini bæði valdu vóru Meiken S. Olsen og Dánial Gram Høgnesen.
Endamálið hjá nevndini Spyr meg er at tala søk teirra menningartarnaðu, at seta orð á ynski teirra. Spyr meg kann ikki gera nøkur tiltøk, sum binda Javna fíggjarliga.
Nevndin í Javna hevur fingið Tóru Øre Hansen um at leggja nevndini í Spyr meg lag á og hjálpa teimum eitt nú við tí skrivliga.
Durita Strøm sigur, at Spyr meg ikki minst fer at viðgera bústaðarmál og arbeiðsmøguleikar. Tey menningartarnaðu eiga at fáa tað slagið av bústaði, sum tey ynskja sær, og tað er sera umráðandi at sleppa til okkurt arbeiði fyri at koma í samband við fleiri fólk.
- Nú er hetta nokkso nýtt, men eg fari at finna fleiri hugskot til nevndina at arbeiða við, sigur Durita Strøm.
Sjálv var hon heppin, tá ið hon fyri sjey árum síðan fekk arbeiði á vaskarínum hjá Landsjúkrahúsinum. Tað er eitt hálvt vart starv.
- Men her er so nógv at gera, at eg kundi arbeitt nógv meira, sigur hon.
Arbeiðið er strævið, men hon stórtrívist.
- Øll her eru líka góð við meg, sigur Durita Strøm.