Ferðmátingar í Sundalagnum


 

Løgreglan í Eysturoynni gjørdi fríggjadagin ferðmátingar í Sundalagnum. Ferðin á hundrað bilum varð mátað, men bara ein bilførari var uppskrivaður.

Hóast fongurin hjá løgregluni var lítil, so má hetta sigast at vera góð tíðindi, at so fá trýstu ov hart á spitaran.

Annars sigur løgreglan í Eysturoynni frá einum friðgarligum vikuskiftið, og tað sama er at frætta úr Klaksvík.