TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av fótbóltspanelinum, sum var um heimliga fótbóltin í dag. André Olsen og Tróndur Arge mannaðu fótbóltspanelið í dag.
André og Tróndur umrøddu :
1) Fer Trygvi Mortensen at megna at spæla offensivan við AB, sum hann hevur lovað?
2) Er tað ein djørv ella klók avgerð, at KÍ hevur sett í starv bert 23 ára gamla Agnar Frederiksen, sum hjálparvenjara hjá KÍ. Og hvat hevur tað at siga fyri KÍ, at Hjalgrím Elttør hevur longt við felagið?
3) Páll Guðlaugsson verður høvuðsvenjari hjá B68. Er Páll tann rætti maðurin fyri eitt lið, sum skal fóta sær í bestu deildini?
4) NSÍ fekk ikki Heðin Askham, sum høvuðsvenjara. Hvønn eigur NSÍ at sikta eftir, sum høvuðsvenjara?
5) Eldru spælararnir í ÍF stilla skógvarnar, samstundis koma Alex dos Santos og Henry Heinesen til felagið. Hvussu langt er ÍF frá einum sterkum hópi, sum kann taka dystin upp í effodeildini?
6) René Shaki Joensen leingir við Vendsyssel FF. Er hetta eitt klókt val hjá René?
7) Gunnar Nielsen, landsliðsmálverji skal verja málið hjá nýkosna íslendska meistaraliðnum, FH. Er hetta rætta stigið, ella átti Gunnar heldur at satsa uppá eina aðra ligu?
8) Føroyska fótbóltslandsliðið fekk heldur ikki ein venjingardyst á hesum sinni. Hava vit ítróttarliga ráð til, at landsliðið ikki spælir nakra venjingardyst, áðrenn skjøtul verður settur á enn eina undankapping?