Ferðin til Keltalands

(1. partur)

Sonne Smith

-------------

 

Yviri við Strond í Havn, í hølunum hjá Ellisakførum, leggja teir við hvørt ætlanir mánakvøld. Eitt mánakvøldið kom Harley Davidson-Ove við einum uppskoti um at fara við motorsúkklu til Skotlands, nú tað frættist, at Smyril Line skjótt fór at royna eina nýggja farleið beinleiðis til Scrabster í Skotlandi. Tann ferðin var ætlað til at skula vera saman við donskum koyrarum. Ferðin varð av ongum. Ove Ritter og teir fóru í staðin til Íslands, sum vit hava hoyrt. Nýggi formaðurin í Ellisakførum, Eirikur Ólason Simonsen, hevði eisini villar planir. Hann fór undir at leggja eina ferð til rættis. Íðin sum altíð, og alt varð skipað fyri út í æsir. Tí ið av tornaði høvdu fýra meldað seg til túrin til Keltalands – Skotlands og Írlands – og tað skuldi vísa seg, at fýra í motorsúkkluferðalag er akkurát passaligt

 

 

 

Villar planir. Nei, í roynd og veru brúkti Eirikur Ólason Simonsen langa tíð um at leggja ferðina til Keltalands til rættis. Longu í fjør heyst visti hann, at Smyril Line fór at knýta rutusamband beinleiðis við Skotland. Hann spurdi seg fyri hjá Smyril Line, sum svaraði, at ætlanin var at brúka Scrabster sum komuhavn hjá Norrønu. Eirikur setti ein seðil upp í hølunum hjá Ellisakførum at vita, hvussu nógvir høvdu hug at melda seg til. Summir tøvdu og drálaðu. Aðrir meldaðu frá, og onkur bíðaði. Endin var, at teir, sum við vissu fóru avstað, vóru Eirikur, Niels Pauli Hjaltalin, Júst Sivertsen og eg sjálvur, Sonne Smith. Fráferð 2. juli, stóð í ætlanini hjá skiparanum. Júst túrurin 2. juli passaði fint til at koyra í átta dagar. Vit skuldu vera burtur í tíggju dagar til samans við sigling.

 

Hvagar fara vit?

Skuldu vit bara fara til Skotlands? Skuldu vit koyra heilt til Lands End í Onglandi? Hvussu hevði verið at koyrt Írland runt?

Eirikur studeraði kort og pilkaði rutur burturúr. Neyvt varð lagt til rættis. Hann útvegaði sær ein gps’ara og sat og finglaðist við at dagføra leiðvísaran á telduni heima hjá sær sjálvum. Tað riggaði einki serligt. Harafturímóti riggaði gps’arin hjá Júst. Hann skuldi klemma tólið á instrumentpanelið á sínari súkklu. Júst er vanur at koyra trailarar uttanlands, og bæði Eirikur og Niels Pauli hava koyrt lastbil. Ja, Niels Pauli hevur enntá koyrt buss hjá Bussleiðini í Havn. Teir tríggir eru sera royndir og avbera dugnaligir koyrarar. Og staðsansin hava teir allir góðan. Eg villist heima hjá mær sjálvum, so tað var trygt at vita, at teir tríggir vóru góðir slóðarar hjá mær, sum ikki eri nakar royndur motorsúkklukoyrari.

 

Írland má við

Eirikur fekk lagt rutuna í góðari tíð. Vit avráddu á ferðafundi okkara millum at leiðin gekk úr Scrabster til ta lítli ferjuhavnina Stranraer í Suðurvesturskotlandi. Haðani til Belfast í Norðurírlandi. Hvagar leiðin annars gekk í Norðurírlandi og lýðveldinum Írlandi, vistu vit ikki rættiliga. Tó hildu vit tað vera áhugavert at koyra vestur eftir til Derry og haðani suður eftir til Galway heilt har vesturi í Írlandi. Úr Galway skuldu vit koyra í ein beinan eystan til Dublin. Tað ber ikki til at hava verið í Írlandi og ikki uppliva Dublin. Hetta var ein túrur uppá umleið 2.500 kilometrar. Fóru vit tíðliga upp hvønn morgun, kundu koyra 300 kilometrar í miðal um dagin. Eg veit ikki hví, men vit vóru serliga spentir eftir at sleppa til Írlands. Kanska visti onkur íri at siga okkum, at vit vóru í munkafamilju, hóast vit eisini vistu, at hesir landnámsmunkar settu børn við í Føroyum. Løgnir munkar, tí katólskir munkar áttu at liva í sølibati.

 

Motorsúkklurnar og viðføri

Motorsúkklur nú á døgum kunnu tykjast øgiligar. Eirikur koyrir eina nøkur ára gamla grøna Honda Pan European ST1100, Niels Pauli koyrir eina spildurnýggja hvíta Suzuki VZR 1800 K7 Intruder, Júst koyrir sína 16 ára gomlu Yamaha Virago 1100, og sjálvur havi eg eina Triumph Bonneville T100, sum eg keypti nýggja í fjør heyst. Hon er í klassiskum 60’ara sniði.

Tú mást vera praktiskur, tá ið tú pakkar viðføri at hava við á motorsúkklu. Ov mikið av t-skjúrtum, líka nógvar undirbuksur og minst sama tal á hosupørum. Einar eyka buksur, toliettgreiður ikki at gloyma. Og eg mintist til mín Harris Tweed-jakka, sum kann rullast saman og stappast í saðiltaskuna. Eini eyka pør av bleytum skóm er gott. Vit vistu væl, at tað kundi verða kókandi heitt at vera í motorsúkklubúnanum allastaðni. Tað skuldu vit eisini sanna á ferðini til Keltalands.

Tað týdningarmesta viðføri hjá øllum ferðandi er pengar (nógvar) og pass. Minst til tað, tí annars verður tú blakaður heimaftur, haðani tú ert komin.

Vit mintust til alt hetta og bíðaðu nú spentir í mánaðir eftir tí, ið skuldi vísa seg at verða ein fantastisk ferð.