2. deild
Tað sá einki út hjá fuglfirðingum, tá teir innan tvær vikur vóru við undirlutan móti bæði B36 og LÍF. Ein vend var tó at hóma, tá teir fingu javnleik í Sumba, og síðani hevur veruliga fingið ferð á.
Leygardagin høvdu teir vitjan av NSÍ, og sum væntað gjørdist aftur hesa ferð talan um trý stig.
Sigurin gjørdist upp á fýra mál, men leingi var tó líkt til, at tølini als ikki skuldu vera so sannførandi.
Í fyrra hálvleiki kom bert tað eina málið, tá Heini Heinason onkursvegna fekk sent eitt skot framvið málverjanum hjá NSÍ, sum helst var órógvaður av nógvu sólini.
Í seinna hálvleiki helt ÍF á at trýsta. Leingi vardi NSÍ fyri, men áhaldandi og ágangandi spælið gav tó at enda úrslit, soleiðis at talan gjørdist um ein sannførandi sigur.
Við sigrinum hava fuglfirðingar vunnið seg upp á fjórða plássið í stigarøðini, og møguleikin at koma longur upp skuldi verið góður. Komandi tvær vikurnar eita mótstøðuliðini VB og HB, og í báðum førum er talan um lið, sum eru stødd niðarliga á talvuni, so fuglfirðingarnir eru í øllum førum at meta sum favorittar til teir dystirnar.
Runavíkingar fingu sostatt heldur ikki nakað burtur úr hesaferð, men ábendingar eru um, at tað skjótt fer at bragda hjá teimum. Undanfarna vikuskiftið høvdu teir leingi eitt sera gott tak á FS Vágum, og hesa ferð var tað so ÍF, sum fekk ein skarpan gang. Komandi vikuskiftið kemur enn eitt oddalið, nevnliga LÍF, á vitjan, og so er spurningurin, um triðja ferðin verður tann rætta hjá NSÍ.
Dysturin í tølum:
ÍF-NSÍ 4-0(1-0)
1-0: Heini Heinason
2-0: Høgni á Lakjuni
3-0: Høgni Zachariasen
4-0: Eyðálvur R. Petersen










