ÍF-HB 4-2 (3-0)
2. deild
Eftir eina sera laka byrjan upp á kappingarárið er nú líkt til, at fuglfirðingar veruliga hava fingið ferð á stigasavnanina.
Á varmakeldustevnuni um vikuskiftið var oddaliðið, HB, á vitjan, men teir noyddist sørir heimaftur.
Gjørdu skjótt av
Avgerðin í dystinum fall innan nakrar fáar minuttir í fyrra hálvleiki. Fuglfirðingar skoraðu tá trý mál á rað, og hetta var meira enn havnarmenninir megnaðu at vinna innaftur.
Fyrst var tað Eyðolvur Petersen, sum tvær ferðir snýtti Kaj Leo Johannesen úr stórari fjarstøðu. Fyrst við einum beinleiðis frísparki, og síðani við einum fúkandi langskoti.
Løtu seinni átti Jan Jørgensen seinasta fótin á eftir hornaspark, og dysturin tóktist tá eisini mest sum avgjørdur.
Tað var eisini í lagi, at fuglfirðingarnir høvdu eina greiða leiðslu í hálvleikinum. Teir vóru oman á í so at siga øllum, og tað var sjáldan, at HB somikið sum nærkaðist málinum.
Alt hetta var tó broytt, tá liðini komu út til seinna hálvleik. HB hevði nú veruliga mannað seg upp. Teir vunnu brádliga fleiri bóltar, løgdu trýst á ÍF verjuna, og tað var eisini skjótt, at Danny Rasmussen hevði minkað um munin tá hann stútaði innlegg í kassan.
HB helt á við málsókna spælinum, men brádliga svaraði ÍF aftur, tá Bárður á Lakjuni setti í málið úr stuttari fjarstøðu.
HB fekk eitt mál afturat, tá Bogi Midjord royndi seg úti frá, men hetta var ov seint og ov lítið til at fáa nakran spenning í aftur dystin.
ÍF er nú í hølunum á HB, sum saman við Skála og B36, er í oddinum, og við gongdini seinastu vikurnar í huganum, er als ikki óhugsandi, at fuglfirðingar nú kortini kunnu seta seg á sessin, sum gevur beinleiðis atgongd til bestu deildina.
ÍF-HB 4-2 (3-0)
1-0: Eyðolvur Petersen
2-0: Eyðolvur Petersen
3-0: Jan Jørgensen
3-1: Danny Rasmussen
4-1: Bárður á Lakjuni
4-2: Bogi Midjord