2. deild
Eftir at teir fingu eina byrjan, sum má sigast at vera væl undir tí, sum roknað varð við, tykjast fuglfirðingar loksins hava rætta skútuna, soleiðis at hon nú stevnir móti bestu deildini.
Sunnudagin komu sumbingar á vitjan, og flest øll mundu rokna við, at hesin dysturin fór at geva eina greiða ábending um, hvørt fuglfirðingar veruliga hava góðskuna til at vinna seg upp aftur í fremstu røð, har teir sjálvir halda seg hoyra heima.
Hildu ferðini
Skal metast eftir dystinum sunnudagin, so er eingin ivi. Fuglfirðingar vóru snøgt sagt nógv betri enn sumbingar, og úrslitið gjørdist so eisini ein ruddiligur sigur til vertirnar.
Í fyrra hálvleiki var kanska ikki tann stóri munurin á liðunum. Heldur ikki í málum, tí bert eitt av teimum níggju málunum kom í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki tóktist tó skjótt greitt, at tað vóru fuglfirðingar, sum høvdu betri orku at spæla. Teir royndu at halda leikferðina á sama støði, sum hon hevði verið fyrra umfarið, og so hvørt sum sumbingarnir gjørdust alsamt moyrari, fingu teir á heimaliðnum betri og betri pláss at dusa sær á.
Teir skutu seg upp á 3-0, áðrenn sumbingar svaraðu aftur, men tá var allur spenningur langt síðani farin úr dystinum. Heldur tóktist spurningurin vera, hvussu stórur sigurin hjá ÍF skuldi gerast. Teir støðgaðu við sjey, so støðan hjá sumbingum at enda mest var átøk einum vánaligum sjavsi. Teir fingu tvey fyri sjey!
Hjá ÍF skeyt Høgni á Lakjuni trý mál, meðan Nebojsa Velkovic og Sasja skutu málini hjá Sumba.
Sær ljóst út
Við sigrinum tykist ÍF veruliga at hava sett seg í førarasetrið, tá talan er um uppflytan til bestu deildina. Á stigatalvuni er bert HB framman fyri ÍF, men havnarliðið kann ikki flyta upp, so heldur verandi støðan sær, verður tað ÍF, sum fær beinleiðis atgongumerkini.
Harafturat tykjast fuglfirðingar eftir eina trilvandi byrjan at hava fingið veruliga ferð á spælið. Sigrarnir seinastu tíðina hava verið sera sannførandi, og tá munurin niður til næsta uppflytingarkandidatin, TB, er trý stig, hevur ÍF eisini ráð til at snáva onkustaðni á vegnum.
Kappingarárið hevur tó víst, at støðan í deildini kann vera sera skiftandi, og tí eiga fuglfirðingar ikki at kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur, men tað skerst tó ikki burtur, at tað veruliga sær ljóst út í løtuni.