Ferðavinnuráð at ráðgeva marknaðarføring

Á fundi í Klaksvík fríggjadagin vissaðu Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við ferðavinnumálum, fundarfólkið um, at hóast niðurskurðir í Uttanríkisráðnum, so raðfestir landsstýrið framvegis feðavinnuna.

Ferðavinnan hevur bíðað spent eftir boðunum út Tinganesi, hvør lagnan hjá vinnuni fer at verða, nú fleiri fólk eru spard burtur í Uttanríkisráðnum. Men hóast hetta var boðskapðurin ikki dapur.
- Í Uttanríkisráðnum hava vit væl færri fólk, og vit hava eisini færri pengar komandi ár, men tað sum eg boðaði ferðavinnuni frá er, at vit vilja raðfesta ferðavinnuna. Tær bygnaðarbroytingar, vit fara at gera, vilja vit raðfesta ferðavinnuna, og tá tað kemur til marknaðarføringspengar, so hava vit nakað færri, men komandi ár koma vit at hava meiri pengar at gera gott við, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at hann á fundinum segði við fundarfólkið, at ferðavinnan er størsta vinnugrein í heiminum.
- Vit síggja fyri okkum møguleikarnar har. Ferðavinnan sjálv hevur ment tilboðini ti ltey ferðandi sera nógv seinnu árini, og ferðavinnan er savnað saman í Føroya ferðavinnufelag, ið sjóðar tey saman. Og vit vilja knýta tey tættari at okkum so vit saman veruliga kunnu marknaðarføra Føroyar, sigur Jørgen Niclasen.
Hann boðaði á fundinum frá, at sett verður á stovn eitt ferðavinnuráð, umboðandi vinnuna, har tað almenna er við.
- Hetta ferðavinnuráð skal so ráðgeva okkum um, hvussu vit skulu brúka okkara marknaðarføringspengar, bæði yvirorðnað og krónu fyri krónu, sigur Jørgen Niclasen.

Meira burtur úr
Landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum sigur, at hetta ferðavinnuráð eisini skal verða við til at leggja ætlanir um, hvørjar marknaðir og hvøji lond, innsatsurin skal miðast ímóti.
Miðað verður ímóti, at hava eitt munandi tættari samskifti millum vinnuna og almenna myndugleikan, og vinnan er greið um fíggjarligu støðuna.
- Vinnan er sjálvandi vitandi um, at vit hava minni av peningi at arbeiða við, og at vit eru færri fólk, og tí hevur ein ávísur ekki verið á ferðavinnuni. Men tað, sum eg legði dent á, er, at vit politiskt vilja leggja dent á og raðfesta ferðavinnuna, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at boðskapurin yvirhøvur var væl móttikin, men at spurningarnir vóru nógvir, eins og nógvir ivar.
- Nú eru bygnaðarbroytingarnar ikki lidnar, so spurningarnir vóru nógvir, men eg haldi, at vinnan og vit í felag eru samd um, at vit mugu lyfta í felag og fáa onnur inn eisini. Kommunurnar eru ein møguleiki, eins og hini ráðini eru eisini upplagdur møguleiki. Innlendisráðið við vegakervinum, Strandferðslan undir Vinnumálaráðnum og ikki minst Mentamálaráðið við allari mentanini. Neyðugt verður at savna kreftirnar enn meira fyri at styrkja vinnuna, tí hetta er altso størsta vinnugrein í heiminum, sum vit eiga at fáa størri lut av, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í ferðavinnumálum.