Fyri einum ári síðani var Ferðavinnufelagið stovnað, og fríggjadagin helt tað sín fyrsa ársaðalfund. Á aðalfundinum stóðu tveir nevndarlimir fyri vali. Tey vóru Magni Blástein og Fríðun Jacobsen. Fríðun varð afturvald, meðan Magni boðaði frá, at hann ikki stillaði upp aftur. Í hansara stað valdi aðalfundurin Jóhonnu Rasmussen.
Umframt Fríðun Jacobsen og Jóhonnu Rasmussen sita Ása Johnsdóttir, Henny á Líknargøtu og Jákup Sverri Kass í nevndini í Ferðavinnufelagnum.
Nevndin hevur ikki skipað seg enn, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.










