Ferðavinnan styrkt í ár

Økta talið á ferðandi um Vága Floghavn sæst aftur í vøkstrinum á ferðavinnuni og teimum ferðavinnutilboðum, ið vit hava at bjóða upp á í Føroyum

Øll hagtøl eru ikki gjørd upp enn, og Visit Faroe Islands bíðar í spenningi eftir tí, sum Hagstovan fer at fortelja. Men tann fatan, sum Visit Faroe Islands hevur frá vinnuni, er, at vøksturin av ferðandi merkist.

- Allar indikatiónir frá vinnuni týða á tað, at tað hevur verið aftur eitt gott ár, og at tað hevur verið vøkstur. Sesongin er breiðkað, og tað er øgiliga gott hjá vinnuni, tí tað merkir, at tað er hásesong longri. So hevur vinnan breiðari akslar at byggja sína úrtøku uppá, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Tað eru ikki eins nógv ferðafólk í oktober mánaði sum í juli og august, men tað merkist, at heystmánaðirnir hava fleiri ferðafólk enn áður. Guðrið Højgaard sigur, at tað, sum hon hoyrir frá vinnuni, er, at serliga oktober mánaður væntast at vera góður, og møguliga møguliga verður hann besti oktober mánaður nakrantíð.

Í Vikuskiftissosialinum hesaferð er tema um øktu ferðavinnuna í Føroyum. Les meira um ferðavinnuna her.