Fyri smáum tveimum vikum síðani boðaði Uttanríkisráðið frá, at fleiri fólk fóru at verða uppsøgd í ráðnum. Millum annað varð mett, at hetta fór at gagna út yvir ferðavinnudeildina í ráðnum, og tað fekk Ferðavinnufelagið at taka stig til fund við uttanríkisráðharran.
Fundurin varð hildin fríggjadagin, og frá Ferðavinnufelagnum vóru Jákup Sverri Kass, formaður, og Henny á Líknargøtu møtt, saman við stjórunum í Atlantsflog, Magna Arge, og í Smyril Line, Rúna Poulsen.
Umframt Jørgen Niclasen sjálvan, vóru eisini Herluf Sigvaldsson og Súsanna Sørensen møtt fyri uttanríkisráðið.
- Stemningurin á fundinum var góður og positivur, men fyri okkum telur tað mest, at okkurt hendir skjótt, tí vit eru ógvuliga ótolin, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann sigur, at tey frá uttanríkisráðharranum fingu at vita, at ongar funktiónir verða niðurlagdar, men at tað fara at henda roteringar innanhýsir í ráðnum.
- Tað, sum vit halda hevur størstan týdning, er, at tann persónurin, sum hevur sitið og samskipað alt tilfar til og frá miðlunum, er uppsagdur, og tí óttaðust vit fyri, at hendan funktiónin fór at falla burtur. Men tað lovaði Jørgen Niclasen so ikki fer at henda, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann sigur, at tað vigar so ógvuliga nógv meiri, tá eitt tíðindaskriv kemur frá tí almenna, í mun til, tá Atlantsflog ella Smyril Line sjálvi senda tilfar út. Eisini er tað av stórum týdningi, at tað er ein almenn funktión at taka sær av útlendskum tíðindafólkum, tá tey koma hendan vegin.
Nógvar broytingar
Hin funktiónin innan ferðavinnudeildina er upplýsing um ferðavinnu í síni heild í Føroyum, og eisini hendan funktiónin verður varðveitt, sambært Jørgen Niclasen.
- Tað er neyðugt, at fólk situr á hesum funktiónunum, tí tað er av alstórum týdningi, at skjótt kann berast at, tá okkurt stingur seg upp, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann vísir á, at tað eru hendar stórar og umfatandi broytingar innan ferðavinnuøkið hjá tí almenna.
- Vit høvdu fyrst Ferðaráð Føroya, sum síðani bleiv til Samvit, sum síðani gjørdist ein deild undir uttanríkisráðnum. Allar hesar broytingar ørkymla sjávlandi fólk í ferðavinnuni, og tá tað so nú frættist, at tey, sum sótu á hesum týðandi funktiónum fyri ferðavinnuna eru uppsøgd, so er tað klárt, at vit fegin vilja vita, hvat hendur í málinum, sigur Jákup Sverri Kass.
Á fundinum fingu umboðini fyri Ferðavinnufelagið lovað, at tá vinnan hevur temadag í Klaksvík fríggjadagin 10. september, kemur uttanríkisráðharrin við einum uppleggi um, hvussu ferðavinnan verður skipað frameftir frá almennari síðu.
- Tað er møguligt, at Ferðavinnufelagið kann yvirtaka onkrar funktiónir. Vit hava júst sett Dagmar Joensen í starv sum samskipara hjá ferðavinnuni í Føroyum, og tað er so ein tanki, sjálvt um eingin ávís funktión var nevnd á fundinum, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann undirstrikar, at tað fyri vinnuna hevur stóran týdning at vita, hvat hendir næstu seks mánaðirnar, næsta árið ella tvey.
- Vit hildu tað vera eitt afturstig, tá fólkið, ið samskipaði ferðavinnutilfarið, varð flutt úr Danmark til Føroya, og fellur tann funktiónin heilt burtur, er tað eitt rættiligt bakkast fyri vinnuna, sigur Jákup Sverri Kass.
Men fyribils verður so bíðað til 10. september, tá Jørgen Niclasen greinar framtíðar ætlanir hjá tí almenna um føroyska ferðavinnu.










