Ferðavinna – Rætturin til gongd í haga

Almennu Føroyar hevur eydnast at fáa hópin av ferðafólki higar til lands. Tað er jaligt! Samstundis er tað okkara skylda at veita hesum ferðafólkum eina góða tænastu.

Her verður hugsa um brúkiligar vegir, nøktandi parkeringspláss, tjaldingarpláss, nøktandi vesir meira og harafturat greiðar gøtur avmerktar til bæði útlendingar og føroyingar at ganga á.

 

Hesi bæði tingini hava fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum seinastuni tíðina.

Sjónarmiðini strekkja seg langt – frá teimum, ið vilja hava, at alt er frítt, til tey sum krevja, at gamla ásetingin um, at eingin skal fara í hagan uttan at loyvi til tess er fingið frá eigaranum frammanundan.

 

Ein pallborðsfundur um ferðavinnu og gongd í haga, var fyri kortum hildin í Norðurlandahúsinum í Havn. Hevði hugsað mær at verið við til fundin, men var bundin av øðrum uppgávum um sama mundið.

Har vóru fleiri góðar framløgur. Tey, ið hildu framløgu, vóru m.a. Pól Sundskarð, ferðaleiðari, ið eisini rekur Hiking.fo, Jónheðin Tróndheim, løgfrøðingur, Magnus Gaard, lívfrøðingur. Onnur hava eisini greinað júst hetta mál. Millum annað hevur Jóannes Patursson, bóndi, skriva um hetta á internetinum, har hann hevur fingið positiva umrøðu.

 

Sambandsflokkurin hevur onga lidna niðurstøðu til allar smálutirnar, men tað er eyðsæð, at okkurt má gerast fyri at fáa rætt lag á, og tað má gerast skjótt!

 

Fleiri lógir eru galdandi á økinum. Tær eru samlaðar, og eru frá 1937 og nevndar “De Færøske Landbolove”, eisini nevndar “Gráa bók”. Og so er tað grundlógin, sum sigur “at ejendomsretten er ukrænkelig”. Eingin kann gera seg inn á ognarrættin.

 

Við at hyggja á internetið sæst, at Heilsu og Innlendismálaráði skrivar á heimasíðu síni, at landsstýrið er farið undir at gera lóg um gongd í haga – hetta var tann 05/09-2018 – nú hava vit einki landsstýri – tí mugu vit bíða eftir einum nýggjum landsstýri, áðrenn nøkur lóg kemur hesum viðvíkjandi.

 

Hetta sær ikki út til at vera nakar lættur burður. Fleiri málaráð skulu vera uppi í.. Fyri at nevna nøkur: Heilsu- og innlendismálaráðiði, Fiskimálaráðið, Løgmannsskrivstovan, Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

 

Hesi skulu gera uppskot til lóg um gongd, uppihald, fyrilit, gjøld og annað í haga.

Einki stendur um, at uppskotið hevur verið til hoyringar, so tað er neyvan liðugt.

 

Vit kunnu ímynda okkum, at bæði Bóndafelagið – tey sum hava fest landsjørð og Óðalsfelagið, sum umboðar tey, sum eiga jørð skulu hoyrast. So eru eisini aðrir stovnar so sum Visit Faroe Islands og aðrir ferðasmiðir, ið skulu hoyrast.

Við tað at onki ítøkiligt er at halda seg til, mugu vit staðfesta, at gomlu reglurnar enn eru galdandi.

 

Tosað hevur verið um allemandsretten, men hetta er norskt hugtak. Almannarætturin i Føroyum snúði seg um, at samla tara í fjøru og um torvskurð. Neyvan nakað, ið gjørt verður nógv av í dag. Leggjast kann afturat at í Suðuroy var tað neyðugt at keypa rættindi til torvskurð, so heilt frítt kann rætturin valla kallast.

 

Skulu vit, sum land, bjóða støð fram til vitjandi at síggja á vegi og haga – so er tað alneyðugt, at vit gera karmarnar tryggar og burðardyggar. Her hugsi eg serliga um vegakervið og um hegn. Tað skal vera trygt at koma aftur og fram í Føroyum.

 

Hetta verður eitt arbeiði, sum liggur á nýggja landsstýrinum hjá nývalda løgtinginum. Hetta verður ein megnar uppgáva, tí her eru sera nógv atlit, ið takast skal til – ferðavinnuna, djóralív í haga, gróður og plantu flora, fuglatilfeingi og fuglabjørg fyri at nevna nøkur. Við góðum arbeiðssiðið ivist eg onga løtu í, at hetta málið kann loysast, upp á ein skilagóðan og virðiligan hátt.

 

Jens Jensen

Valevni Sambandsfloksins

Løgtingsvalið 2019