Landsdystir
Nógv verður gjørt fyri at fáa Føroyum góð úrslit í komandi EM undandystum í fótbólti móti Íslandi og Týskalandi, eitt nú stuðul til málmenninar, sum fáa eina sera torføra uppgávu í báðum dystunum. Í gjár fór fyrrv. Danski landsliðsmálverjinsaman við landsliðvenjaranum, Henrik Larsen beinleiðis til Reykjavíkar við flogfari úr Danmark. Lars Høgh hevur fingið eina bundna uppgávu undan dystunum, og tað er at venja og stuðla føroysku málverjunum.
Vit hittu Lars Høgh, áðrenn hann fór út á hesa heldur sjáldsomu ferð. ?Eg eri sera fegin um at hava fingið hesa uppgávuna og skal so gera tað eg kann fyri at stuðla málmonnunum. Hetta er ein sera spennandi uppgávu, sum eg gleði meg til at fara í gongd við.
Lars Høgh hevur egna fyritøku, sum nettupp hevur til endamál at stuðla og venja málmenn. Í løtuni hevur hann nógvar uppgávur, eitt nú arbeiðir hann við Tummas Sørensen hjá Sunderland, við Jimmi Nielsen hjá AAB, tí danska ungdómslandsliðnum, fyri ungdómsskúlar osfr. Talan er um sera fjølbroyttar uppgávur og er tann føroyska eisini serstøk á tann hátt, at hon snýr seg um tveir dystir.
Men ber tað yvirhøvur ber til eftir so stuttari tíð at læra og venja tveir málmenn, sum hava spælt so leingi og tí hava sín málmansstíl?
-Málmenninir á landsliðnum er royndir og góðir málmenn, og tí hava teir sjálvandi eina góða ballast við, tá teir fara á vøllin. Og tað er ein stórur fyrimunur. Mítt íkast vil so hava nakað við motivatión at gera og at stuðla undir ávíst, sum skjótt og lætt kann betrast.
Nú kenni eg bæði Jákup og Jens væl. Men eg havi so ikki vant við teimum fyrr, og tí veldst sjálvandi alt um, hvat vit tríggir finna fram til. Vit fara at tosa saman og so leggja eina ætlan fyri eina venjing. Lars Høgh skal vera saman við føroysku landsliðsmálmonnunum í 9 dagar og vónar hann, at hann kann vera ein stuðul hjá málmonnunum, sum hann annars heldur eru tveir góðir málmenn.
Lars Høgh vónar sjálvandi, at hann kann geva málmonnunum burtur av nøkrum av teimum royndum hann sjálvur hevur gjørt sær gjøgnum árini. ?Vit skulu sjálvandi ikki leggja meira í hetta enn tað er, men tað er greitt, at tess meira tú arbeiðir við málmonnunum, tess størri møguleiki er at broyta okkurt. Í hesum førinum verður tó meira talan um at arbeiða við tí, sum málmenninir longu eru dugnaligir til.
Lars Høgh sigur, at síðani í 80 og 90 unum hevur man havt miðvísa málmansvenjing í eitt nú Danmark, men nú heldur hann tíðina vera komna hartil, at man kann fara inn og geva ?coaching?, har tað verður arbeitt við øðrum síðum av málmansspælinum so sum málsetningi, veikum og sterkum síðum og tí mentala partinum av málmansspælinum eisini. Hetta hevur nakað at gera við, at tú fer inn og hevur eina persónliga coaching við teir einstøku málmenninar.
-Eg haldi annar, at tað er flott og tað er nýhugsan tað, sum fótbóltssambandið er farið í gongd við, nú teir hava heitt á í hesum førinum meg um at taka mær persónliga av báðum málmonnunum.
-Kann hetta eisini hava positiva ávirkan á alt liðið?
-Tað skal eg ikki kunna siga, men tað er greitt, at tess fleiri av parametrunum hjá einum landsliði verða ment, tess størri møguleiki er fyri at tingini eydnast.
Vit sprurdu Lars Høgh um tað ikki er serliga týdningarmikið at hava góðar málmenn, tá hugsað verður um eitt nú sterku týsku álopsmaskinuna?
-Tað er greitt. Men eg haldi tit hava so góðar málmenn, at teir fara at megna hesa uppgávuna væl. Eg vil sjálvandi geva mítt íkast, men tað er málmaðurin sjálvur, sum tekur avgerðina, tá er á vøllinum. Man kann geva honum nøkur góð amboð og góð ?hint? tí man sjálvur hevur staðið so nógv í máli.
-Hvussu nógv er talent og hvussu nógv hevur venjing at siga fyri at vera ein góður málmaður?
-Talentið skal vera har. Og so skal tað vera ein vilji til at vilja arbeiða ?sten hamrende hårdt og målrettet?. Og har eru tit sera væl fyri við tykkara málmonnum.
Lars Høgh sigur, at tað ræður um at gera tey einføldu tingini rætt. Tað er essensurin við málmansspælinum.
Kendi danski málverjin viðgongur annars, at tað verða tveir sera torførir dystir Føroyar skulu spæla. ??Island bliver en kæmpe hård nød at knække? sigur málverjin, sum heldur tað vera sera týdningarmikið hjá føroyska liðnum at fokusera nógv uppá dystin móti Íslandi. Tað er nevniliga altavgerandi fyri at fáa eitt gott úrslit í tí næsta dystinum.
Fakta
Tryggingarfelagið Føroyar vendi sær herfyri til Fótbóltssambandið, við atliti til A-landsdystirnar Ísland - Føroyar 7. juni 2003 og Føroyar - Týskland 11. juni 2003 og beyð sær til at hjálpa Fótbóltssambandinum at fyrireika landsliðið so væl sum gjørligt til nevndu dystir.
Eftir tilráðing frá A-landsliðsvenjaranum Henrik Larsen, varð avgjørt millum FSF og Tryggingarfelagið at heita á Lars Høgh um at hava servenjing við A-landsliðsmálmonnunum v.m.
Lars Høgh verður við hesi avtalu tilknýttur A-landsliðnum frá 4. til 12. juni 2003. Umframt at hava servenjing við A-landsliðsmálmonnunum er ætlanin at skipa fyri frálæru og venjing 9. ella 10. juni 2003 fyri føroyskum málmansvenjarum og málmonnum.