Fer at seta treytaleys krøv

Nýggi tungvektarin í Javnaðarflokkinum, Kristin Michelsen á Tvøroyri, fer at seta stór krøv um ábøtur í Suðuroy.

Hann er valdur á Løgting í kvøld við 394 atkvøðum og sostatt er hann nummar tvey hjá javnaðarflokkinum á tingi, bara yvirhálaður av floksformanninum sjálvum, Aksel V. Johannesen.

- Hetta er fyrstu ferð, eg eri valevni til Løgtingið og eg eri ómetaliga væl nøgdur við úrslitið, sigur hann við Portalin.

Hann dylir ikki fyri, at á Løgtingið fer hann fyrst og fremst at arbeiða fyri at menna Suðuroy.

- Tað er ongin ivi um, at kemur Javnaðarflokkurin í samgongu, fari eg at seta krøv, sigur hann.

- Í valstríðnum havi eg lovað suðuroyingum, at Suðuroyar Sjúkrahús skal ikki nertast.

- Ætlanin um at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu, skal í pappírskurvina.

- Hendir tað, at ein samgonga við Javnaðarflokkinum ætlar at nerta Suðuroyar Sjúkrahús, skal eg heldur sita uttanfyri samgonguna enn at góðtaka tað.

- Eg havi eisini lovað veljarunum, at kemur Javnaðarflokkurin í samgongu, skal Hvalbiartunnilin verða tann fyrsti tunnilin, sum verður gjørdur og tað skal vera í hesum valskeiðnum, tí hann er ein deyðsfella.

- Fái eg ikki undirtøku fyri tí, skal eg heldur seta meg uttanfyri samgonguna, leggur Kirstin Michelsen dent á.