Fer at raka einar 250-300 sjúklingar

Tveir fysioterapeutar eru sagdir upp á Suðuroyar Sjúkrahúsið og tað er ein vanlukka fyri sjúk og brekað í Suðuroynni, tí nú má nógv viðgerð halda uppat

?Verða tær ætlaðu sparingarnar settar í verk, fer tað at raka einar 250-300 sjúklingar um árið.

So einføld er støðan á Suðuroyar Sjúkrhúsi.

Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi um, at sjúkrahúsini eru so illa sperd av peninganeyð, at tað fer at fáa avleiðingar fyri sjúklingarnar.

Eisini á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava tey leingi gjørt vart við, at kemur ikki broyting í, fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar fyri sjúklingarnar.

Serliga stúra tey fyri teimum sparingum, sum eru gjørdar í fysioterapiini á sjúkrahúsinum.

Tveir fysioterapeutar eru sagdir úr starvi, men fyribils arbeiða teir í uppsagnartíðini.

Og á sjúkrahúsinum seta tey nú sítt álit á, at løgtingið samtykkir at játta sjúkrahúsinum meiri pening, nú uppskotið um eykajáttanarlógin kemur til viðgerðar.

Helst fáa vit longu í dag eina ábending um, hvar suðuroyingar flóta, tí eftir ætlan byrjar viðgerðin av eykajáttanarlógini í dag.

Og John Rødgaard, leiðandi fysioterapeutur sigur, at endar viðgerðin við, at sjúkrahúsið ikki fær meiri pening, fara teir báðir uppsagdu fysioterapeutarnir úr starvi beinanvegin.

Annars er uppsagnartíðin ikki av fyrrenn 30. juni.


Fer at raka sera meint

Og John Rødgaard ger heilt greitt, at verður hetta úrslitið, fer tað at raka suðuroyingar sera meint.

? Tann beinleiðis avleiðingin av hesum, er, at øll tann ambulanta viðgerðin fer at halda uppat.

Hann sigur, at tann fysioterapeutiska viðgerðin kann býtast sundur í tríggjar høvuðsbólkar.

Í fyrsta lagi er talan um at viðgera teir sjúklingar, sum eru innlagdir á sjúkrahúsinum.

Í øðrum lagi er talan um at viðgerða og at halda við líka, tey, sum búgva á ellis og røktarheiminum

Og í triðja lagi er talan um ambulantar viðgerðir.

Á Sjúkrahúsinum eru tilsamans fimm fysioterapeutar.

Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi sigur, at tríggir av teimum arbeiða fulla tíð, og hinir báðir arbeiða 0,7 tíð í part.

Sostatt hevur tilsamans verið talan um 4,4 fulltíðarstørv.

Men nú, tveir fulltíðarsettir fysioterapeutar eru sagdir upp, eru sostatt bara 2,4 størv eftir.

? Og skulu vit, sum eftir eru, gera okkara arbeiðið til lítar, er tað einasti møguleikin at leggja tað ambulantu viðgerðina niður, sigur John Rødgaard.

?Er tað framvegis ætlanin at tryggja førleikan hjá teimum, sum eru innløgd á sjúkrahúsinum og at varðveita lívisvirðið hjá teimum, sum búgva á ellis- og røktarheiminum, er tað óhugsandi at skerja viðgerðina har.

? Í hesum báðum førum er talan arbeiðsuppgávur, ið ikki kunnu skerjast, um ætlanin er at varðveita sjúkrahúsi- og ellisheimið, leggur hann afturat.


250-300 sjúklingar

Leiðandi fysioterapeuturin sigur, at í sambandi við tær ambulantu viðgerðirnar, er m.a talan um at venja og viðgerða tey, sum eru útskrivað av sjúkrahúsinum.

Talan kann eitt nú verða um fólk við brotnum limum, ella um fólk, sum eru lamin av blóðtøppi í heilanum.

?Somuleiðis er talan um fólk, sum kommunulæknarnir senda til okkara til venjingar, av tí at tey, hava ymiskt at dragast við, eitt nú gikt, onnur kropslig brek, ella talan kann vera um ringan rygg, høvuðpínu, eins og talan er um børn við ymsum rørslubrekum.

?Kommunulæknarnir ávísa sjúklingar til sjúkrahúsið av tí at teir báðir privatu fysioterapeutarnir rætt og slætt ikki hava orku til at átaka sær sjúklingarnar. Sum lógin nú er, forðar hon eisini fyri, at fleiri fysioterapeutar kunnu byrja.

? Men sjálvsagt verða sjúklingar eisini vístir til ambulanta viðgerð á sjúkrahúsinum, tí sjúkrahúsið hevur nógv betri umstøður enn teir privatu fysioterapeutarnir hava, eitt nú hyl við heitum vatni og eina vælútgjørda venjingarhøll.

John Rødgaard sigur, at taka vit 1999 sum dømi, verður talan um 263 sjúklingar sum tað rakar, um tey noyðast at niðurleggja tað ambulantu viðgerðina.

?Bara í ár fara einir 100 sjúklingar at missa tað ambulantu viðgerðina, um vit siga, at tann ambulanta viðgerðin verður niðurløgd frá 1. juli, tá ið uppsagnartíðin hjá teimum báðum uppsøgdu fysioterapeutunum er úti.

Men hann vísir enn einaferð á, at endar viðgerðin í tinginum við, at sjúkrahúsið ikki fær meiri pening, fara teir úr starvi beinanvegin, og so fer tað at raka enn fleiri sjúklingar í ár, sigur John Rødgaard.