Hetta vísir bara, at innast inni hevur tað ongantíð verið ætlanin at byggja ein nýggjan Smyril.
Hendrik Old, løgtingsmaður fyri javnðarflokkin í Suðuroynni sigur, at hann havur alla tíðina verið greiðir yvir, at tað tað bera tvætl, at samgongan í fjør boðaði frá, at tilsamans 190 milliónir á langtíðarfíggjarætlanunum fyri trý tey komandi árini til ein nýggjan Smyril.
Hann ivast ikki í at tað bara varð gjørt fyri at kyrra tinglimir eina løtu. Tó heldur hann, at tað er rættiliga grovt at hava Strandferðsluna soleiðis til rukku, við at fáa hana at kýta seg at fyrireika byggingina - og enntá kalla suðuroyingar til almennan fund um tað nýggja skipið.
Tí tað skal ongin fortelja fyri mær, at ongin visti av, at tær 60 milliónirnar, sum skuldu setast av á fíggjarlógini komandi ár til Smyril, vóru horvnar, fyrrenn fyrrenn fíggjarlógin varð løgd fram.
Tað hevur samgongan vita frammanundan og tað skuldi Strandferðslan eisini fingið boð um, so at hon ikki arbeiddi til onga nyttu.
Hendrik Old sigur, at seinasta ár fingu tingmenn at vita, at samgongan hevði gjørt eina íløgu-raðfesting sum segði, at Smyril skuldi á fíggjarlógina í 2000, 2001 og 2002 við tilsamans 190,5 milliónum.
Men vit mugu ganga útfrá, at ætlanin hevur ongantíð verið at seta tað í verk, tá ið raðfestingin longu er kolldømt, bara eitt ár aftaná.
Hann sigur, at hvørjar avleiðingar hetta fær fyri Suðuroynna, er óneyðugt at brúka nógv orð uppá, tí tað vita øll.
Fara at seta treytir
Javnaðartingmaðurin úr Suðuroynni sigur, at flokkur hansara hevur viðgjørt fíggjarlógina á floksfundi.
Og vit eru samd um, at vit fara at boða frá okkara støðu, tá ið fíggjarlógin kemur til 1. viðgerð.
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, hevur boðað frá, at hann fegin vil hava andstøðuna við, nú ein 10 ára raðfesting av almennum íløgum skal gerast.
Men tað er púra greitt, at skal undirtøka fáast frá javnaðarflokkinum, til eina raðfesting av íløgunum, fer flokkurin at seta sínar treytir. Og ein treyt verður, at ein nýggjur Smyril kemur at standa rættiliga ovaliga á listanum.
Hann sigur, at javnaðarflokkurin er heldur ikki samdur við samgonguna í, at íløgukarmurin hjá tí almenna ikki má fara upp um 150 milliónir um árið.
Vit síggja ongan vanda í at fara eitt sindur longri upp, tí tað er ikki okkara endamál um at kappa ríkisveitingina, uppá eina milliard, burtur.
Hann vísir eisini á, at skal íløgukarmurin ikki vera hægri enn 150 milliónir um árið, koma vit ongnatíð uppundan at gera allar tær mongu íløgurnar, sum sigast at vera bráðneyðugar at gera.
Vit hava jú bæði undirsjóvartunnil undir Vestmannasund og undir Lorvíksfjør, vit hava nýggjan studentaskúla og nýtt løgtingshús. Og bara Strandferðslan hevur ein íløgutørv sum kanska nærkast milliardini, tí øll skipini eru so gomul, og so er tað útbyggingin av Landssjúkrahúsinum, bara fyri at nevna nakrar.
Somuleiðis halda vit, at virksemið kring landið eigur at hava stóran týdning fyri, hvussu almennar íløgur verða raðfestar, so at fleiri íløgur verða gjørdar, har lítið virksemi er og færri íløgur, har virksemið frammanundan er størri.
Flokkurin er heldur ikki í aðrar mátar samdur við raðfestingini hjá samgonguni av almennu íløgunum.
Eitt nú er ætlanin at seta pening av næsta ár til nýtt løgtingshús. Men tað verður so uttan okkara undirtøku, tí tann upphæddin er nógvar ferðir betri farin til mong onnur endamál, eitt nú ellisheim, ella nýggjan Smyril, heldur Hendrik Old.
Uppskot fyri tingið
Hann sigur, at tað er so átrokandi fyri suðuroyingar við einum nýggjum Smyrli, at tað er ongin ivi um, at javnaðarflokkurin fer at leggja uppskot fyri tingið um at byggja hann nú.