Uttanlandsfrádráttur
? Fær Karsten Hansen sín vilja, fara kanska fleiri hundrað mans rýma av landinum og samstundis fer føroyska samfelagið fer at missa milliónir í inntøkum um árið.
Reinhold Nielsen, byggileiðari hjá føroyska byggifelagnum CN Bygg, sigur, at tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar, um uttanlandsfrádrátturin hjá handverkarum nú verður skerdur niður í 100 krónur um dagin, soleiðis sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur gjørt av.
? At Karsten Hansen ger hetta, vísir, hvussu lítið hann, og møguliga nøkur heilt fá onnur, hava skilt av støðuni.
Fullu ikki í fátt
Reinhold Nielsen sigur, at tá ið kreppan rakti landið sum eitt óløgið og nógvir handverkarar mistu arbeiði, vóru tað ikki øll, sum góvu skarvin yvir og løgdust á ALS.
? Tvørturímóti vóru tað hundraðtals føroyskir handverkarar, sum brutu upp um armar og fóru uttanlands at arbeiða.
Vit vóru nógvir, sum noyddust at búleikast uttanlands tað mesta av nítiárunum.
? Tí hava vit ein heilt annan kunnleika til málið, enn landsstýrismaðurin hevur og tískil hava vit eisini eina heilt aðra uppfatan av støðuni, enn hann, sigur Reinhold Nielsen.
Hann sigur, at uttan hjálp frá nøkrum, hava hesir handverkarar upparbeitt ein marknað fyri føroyskum handverkjarum, m.a. í Danmark.
? Føroyskir hondverkarar uttanlands hava úr at gera og hesi árini hava teir vunnið føroyska samfelagnum hundraðtals milliónir í inntøkum, skatti og avgjøldum, umframt at lønin er sett í umfar í Føroyska samfelagnum.
Samstundis hava teir spart ALS nógvar, nógvar milliónir og harafturat skapti tað rúm fyri, at teir handverkarar, sum vóru eftir, fingu so frægt at gera í part, at teir hóraðu undan.
? Sostatt hava hesir handverkarar verið ein munandi inntøkukelda hjá føroyska samfelagnum.
? At vit fóru uttanlands var sostatt at gera føroyska samfelagnum eina stóra tænastu í teimum ringu tíðini, tí fóru vit ikki, var onki eftir av ALS. At vit fóru gjørdu samstundis, at teir, sum eftir vóru, hóast alt fingu okkurt at gera.
Byggileiðarin í CN Bygg sigur, at bæði Karsten Hansen og summi onnur, hava fullkomiliga misskilt uttanlandsfrádráttur, sum hesir handverkarar hava fingið.
?Talan er ikki um ein skattalætta. Talan er um eitt lítið endurgjald, fyri ferðaútreiðslur og vistarhald, sum hesir menn hava fingið fyri at fara uttanlands at søkja sær arbeiði, heldur enn at leggjast á ALS í Føroyum, akkurat sum so nógv onnur, eitt nú fólk í almennum starvi, fáa, tá ið tey fara uttanlands í arbeiðsørindum.
Rýma av landinum
Nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur gjørt av at lækka uttanlandsfrádráttin niður í 100 krónur, sigur hann, at hann er sannførdur um, at ongin fer at rýma av landinum av hesi orsøk.
? Eg kann vissa landsstýrismannin um, at her fer hann skeivur, sigur Reinhold Nielsen.
Hann sigur, at hann hevur tosað við nógvar handverkarar, og teir eru so at siga á einum máli um, at teir flyta av landinum, um uttanlandsfrádrátturin verður skerdur.
? Størri parturin av føroysku handverkarunum uttanlands eru eru leysir kroppar og tað er tí onki hóvasták av at flyta.
? Tað er nógvir fyrimunir við at flyta til Danmarkar. Eitt nú er frádrátturin 519 krónur um dagin tá ið ferðast ímillum oyggjar til arbeiðis og hjá teimum, sum arbeiða uttanlands. Harumframt fáa teir ein frádrátt upp á 1,56 krónur fyri kilometur teir koyra eftir aftaná 24 kilometur.
? Hvat CN Bygg viðvíkur, førir hetta til minst 150 krónur afturat um dagin, afturat teimum 519 krónunum, tí vit koyra ikki minni enn 120 kilometur um dagin, sigur Reinhold Nielsen.
Mest útjaðarin
Ein grundgeving fyri at lækka uttanlandsfrádráttin, er, at tað er stórt trot á handverkarar í Føroyum og endamálið er at royna at eggja handverkarum at koma heim at arbeiða.
Byggileiðarin í CN Bygg sigur, at tað er bara í Havn, at tað er trot á handverkarum.
? Men Føroyar eru annað enn Havnin og at kalla allir føroysku handverkararnir, sum arbeiða uttanlands, eru úr útjaðaranum í Føroyum.
Sjálvt hevur CN Bygg 25 mans í arbeiði í Danmark í løtuni. Eitt annað virkið úr Vági hevur nógv fleiri í arbeiði, og á Tvøroyri og í Hvalba eru fýra virki, sum hava handverkarar uttanlands.
Tilsamans hava feløgini í Suðuroynni einsamøll 90-100 føroyskar handverkarar uttanlands og tilsamans eru einir 300 føroyskir handverkarar uttanlands og arbeiða.
?Hetta eru fyri tað allarmesta handverkarar úr Suðuroy, Vágum, Klaksvík og av Skálafjørðinum.
? Sostatt hava teir lagt stór virði eftir seg í kommunukassar runt um í landinum.
Hann spyr tí eisini, hví ikki kommunupolitikarar ikki gera vart við seg, tí tað verða ikki minst kommunukassarnir í útjaðarunum, sum koma at merkja sviðan av at frádrátturin fer at lækka.
? Tað kann vera, at tað er trot á handverkarum í Havn, men tað er tað sanniliga ikki úti um landið.
Reinhold Nielsen sigur, at tað er eisini greitt, at teir handverkarar, sum ikki rýma av landinum, nú frádrátturin lækkar, fara so aldrin at flyta til Havnar.
? Hvar skulu teir búgva í Havn. Har er íbúðarneyðin so stór, at fyrst er tað ómøguligt at fáa tak yvir høvdið og hartil er tað ov dýrt.
? Sostatt er tað stórur fyrimunur í at flyta uttanlands. Og hjá teimum, sum kortini ikki gera tað, verður tað ALS, sum verður arbeiðsgevarin, sigur CN BYGG.
Hann leggur eisini dent á, at tað verður ómøguligt at útvega øllum føroyskum handverkarum uttanlands arbeiði í Føroyum.
Eitt vanligt ár er 1.600 arbeiðstímar. Hetta svarar til, at vit skulu útvega hvørjum handverkarar hálvtannað hús at smíða um árið og tað vita øll er ómøguligt,sigur Reinhold Nielsen.