Stóra finalan í amerikonskum fótbólti, Super Bowl, verður í kvøld kl.23.30 føroyska tíð. Fleiri føroyingar fylgja væl við í hesum ítróttinum, og hava vit sett nøkrum av teirra spurningar um eitt nú hvussu teir fara at halda kvøldið og hvaðani áhugin fyri amerikonskum fótbólti stavar.
Fyrstur at svara spurningunum er Eliesar Olsen, venjari hjá EB/Streymi í Effodeildin.
Hvør væntar tú vinnur Super Bowl í kvøld?
- Eg vænti at tað verður ein tættur dystur við ikki nógvum stigum, og av tí at tað ikki koma nógv stig, so vænti eg at Seahawks vinna við trimum.
Hvussu fert tú at halda Super Bowl?
- Eg fari at halda tað heima, her koma vinfólk forbíð, so fara vit at gera ein góðan døgurða áðrenn og annars verður tað bara hugni.
Hvaðani stavar áhugin fyri NFL?
- Hann stavar frá at tað eru nógvir strandingar sum byrjaðu at hyggja eftir tí, og tað varð nógv tosað um tað til venjing, so byrjaði eg so smátt at seta meg inní tingini. Síðani 2008 havi eg næstan sæð hvønn dyst hjá liðnum eg haldi við, Atlanta Falcons.
Hvat er tað, sum fangar tín áhuga?
- Tað eru 3-4 tímar við spenningi, har nógvir ymskir faktorar spæla inn, um tú vinnur ella ikki. Men tað mær dámar best, er hvussu NFL er uppbygt, t.d tað at liðið, ið endar aftast tað eina árið, sleppur at velja fyrst leikara komandi ár, og tað er einki við at pengar stýra hvat er besta liðið. Hetta er nakað, ið eg haldi kundi gjørt t.d. fótbóltin nógv betri, at man hevði eitt lønarloft á.