Ferðaráð: Um tú verður brend av hvalspýggju

Ert tú so óheppin, at verða brend av hvalspýggju í feriuni, so er umráðandi at handfara tað rætt

August er stórur ferðamánaður og Danmark stórt ferðamál hjá føroyingum. Men júst í august eru hvalspýggjurnar í Danmark størstar. Um so er, at tú ella onkur tú ferðast við verður brendur av hvalspýggju, so eru nøkur viðurskifti, sum eru umráðandi at ansa eftir. 

 

 

Eitt nú brotna hylkini í branntráðunum, sum hava eitur í, um tey verða løgd undir trýst. Tí skal ein ansa væl eftir at ikki leggja trýst á húðina. Somuleiðis er best at skola eiturið av húðini, meðan man enn er í havinum ella við saltvatni. Um tað ikki eydnast, so skal man skava eiturið burtur frá húðini - eitt nú við visa kortið, íspinni ella líknandi. 

 

 

Húðin skal ikki skolast við feskum vatni, tí tá bresta hylkini og eiturið kemur á húðina. Hinvegin er alkohol, eddik ella spritt gott at brúka. Brennandi kenslan í húðini kann minkast við lokaldoyvandi kremi, sum tó ikki skal nýtast, fyrr enn øll eiturevni eru tikin av húðini. Hetta skrivar ritzau í dag.