Ferðaráðið og vinnan skulu tosa sama mál

Tað er neyðugt at flyta Ferðaráðið longur burtur frá politisku skipanini fyri at fáa stabilitet og dynamikk í arbeiðið at branda Føroyar, menna ferðavinnuna og samstundis tryggja at bróðurparturin av pengunum verður brúktur til hesi endamál. Tí er tað rætt at umskipa ráðið til eitt alment partafelag, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráðnum, sum langt síðani alment er farið at brúka navnið Visit Faroe Islands

Ingolf S. Olsen

- Vit skulu ikki bara umsita eina samfelagsfunksjón, men selja eina vøru. Tí er tað eisi­ni avgerandi, at vit tosa sama mál sum tey, vit selja hesa vøru fyri, nevniliga ferða­vinnu­na. Higartil hevur Ferða­ráð­ið til tíðir livað sítt lív og ferðavinnan sítt. Skulu vit grundleggjandi broyta hetta, er tað náttúrligt, at Visit Faroe Islands verður um­skip­að frá at vera ein al­men­n­ur stovnur til at verða eitt vinnuligt, alment parta­fe­lag og tískil ikki bara ein part­ur av almennu um­sit­ing­ini.
Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráðnum, ella Visit Faroe Islands, sum tað eit­ur í marknaðarføringini út­­eft­­ir. Formliga navna­skift­ið til Visit Faroe Is­lands verður veruleiki, tá upp­skotið hjá Johan Dahl, vinnu­mála­ráðharra, um at umskipa Ferða­ráð­ið til eitt alment parta­felag, væntandi verður sam­tykt í Løgtinginum í næst­um – møguliga við onkr­um tillagingum.
Stjórin vísir á, at øll onnur lond í Vesturheiminum langt síðani hava skipað teirra ferða­ráð sum annaðhvørt hálv­al­menn partafeløg, al­menn partafeløg ella í øðr­um konstruksjónum, sum all­ar hava tað til felags, at beinleiðis bindingin til polit­isku skipanina er tikin burt­u­r.
- Tað gjørdu tey flestu ferða­ráð­ini longu fyri fyri 30-40 árum síðani og í Grøn­landi er tað 22 ár síðani, at teirra ferðaráð varð um­skip­að til partafelag. Í veru­leika­num er tað bert í triðja heimi­num, at ferðaráð enn eru undir vanligari al­menn­ari umsiting. Hetta merk­ir, at øll tey ferðalond, vit kapp­ast við, hava havt ein heilt annan stabilitet og ongan­tíð hava merkt teir somu trupulleikarnar, sum før­oyska Ferðaráðið hevur merkt orsakað av politiskari órógv, staðfestir Guðrið Høj­gaard.

Arbeiðsfriður
Hon leggur eisini dent á, at arbeiðsfriður, er eitt av høvuðs­málunum við at skil­ja Visit Faroe Islands frá polit­isku umsitingini, eftir at Løg­ting­ið longu hevur gjørt av at rað­festa ferðavinnuna hægri og hevur tvífaldað játtanina til stovnin.
- Ferðaráðið hevur verið fyri nógvum ógvusligum broyt­ing­um. Nýggir lands­stýris­menn hava við stuttum millum­bilum framt nýggjar bygn­að­ir, og ráðið varð enn­tá tikið av eina tíð. Tað er eyð­sæð, at tað ber ikki til at fáa nakran kontinuitet ella álit á nakran kontinuitet, tá for­­treyt­ir­nar eru soleiðis, og tær eru drepandi fyri tað langskygda arbeiðið. Vit mu­gu fáa meira kontinuitet, stabi­li­tet og effektivitet í okkara virksemi, leggur Guðr­ið Højgaard dent á.
Viðvíkjandi effekti­vi­teti­num snýr tað seg í stóran mun um at fáa leysgivið orku til veruligu uppgávurnar hjá Visit Faroe Islands: At mark­nað­arføra Føroyar sum ferða­vinnu­land uttanlands og at menna ferðavinnuna her heima.

Gylt mál
Og tað eru heldur ikki hissini mál, Visit Faroe Islands hev­ur sett sær viðvíkjandi før­oysku ferðavinnuni, eft­ir at Guðrið Højgaard setti seg í stjórasessin 1. mai 2012. Sam­bært nýggju strategi­ætlan­ini skal umsetningurin í før­oysku ferðavinnuni meira enn tvífaldast fram til 2020 – úr 400 milliónum krónum í 2011 í eina milliard krónur í 2020. Somuleiðis skal talið av arbeiðsplássum eisini tví­faldast – í 2020 skulu eft­ir ætlan vera 450 fleiri arbeiðs­pláss enn tey 400-500, sum eru í ferðavinnuni í dag, tá tað bert snýr seg um tey arbeiðs­plássini, sum tey út­lendsku vitjandi kasta av sær.
- Vit eru bert fýra starvs­fólk, og spíss­kompetan­sur­nar hjá hvørjum einstøkum hava sera stóran týdning at gera rætta nýtslu av, um vit skulu røkka okkara málum. Tí er tað óheppið, um vit skulu brúka nógva orku upp á drúgva og byrokratiska fyri­­siting, sigur stjórin.
Hetta er tó ikki størsti trupul­leikin við verandi skip­an, tí Visit Faroe Islands brúk­ar sera lítið upp á regulera fyri­siting, sum er. Sostatt brúkti stovnurin næstan 75 pro­sent av teimum játtaðu 14 milliónum krónunum í fjør upp á marknaðarføring uttan­lands. Tað eru fimm pro­sentstig meira enn málið sam­bært strategiætlanini er, eftir at stovnurin er umskipaður til alment partafelag.
- Nei, vit kunnu ikki siga, at umsitingarligi parturin er nøkur stór byrða longur. Tað er fyrst og fremst økti av­standurin til politisku skipan­­ina og harvið mink­andi vand­in fyri at verða ávirk­að av polit­isk­um rumb­li, sum er stóri vinn­ing­urin hjá okkum við at gera stovn­in til eitt partafelag, eins og lættari umsiting, har verk­ætlan­ir kunnu ganga yvir fleiri ár heldur enn bara til 31. desember hvørt ár, sigur Guðr­ið Højgaard.

Onki at dylja
Verður uppskotið hjá vinnu­mála­ráðharranum samtykt, so fer Visit Faroe Islands eisini at sleppa undan at lata almenninginum innlit í fyri­sit­ingina, tí lógin um al­ment inn­lit fevnir ikki um parta­feløg – heldur ikki al­menn parta­feløg.
- Ja tað er rætt, men tað er bestemt ikki nakað, sum ligg­ur aftanfyri okkara ynski um at gera stovnin til alment parta­felag, og tað er heldur ikki nakað, eg tilvitað vil sleppa undan. Eg havi heldur onga­n­tíð hoyrt, at júst hetta skal vera nakar trupulleiki í øllum hinum londunum, har líkn­andi stovnar eru almenn parta­feløg, grunnar ella aðr­ar konstruksjónir uttan fyri al­mennu umsitingina.
- Vit hava heldur onki at dylja, og skuldu vit havt tað, hevði tað komið fram kort­ini via okkara eigarar, so eg vænti ikki, at pressan fer at merkja nakra broyting til tað verra. Annars er tað held­ur ikki so, at stovnurin slepp­ur undan almennum eftir­liti, bara tí hann verð­ur umskipaður til eitt partafelag. Sum einsamallur partaeigari fer landsstýrið at hava fult innlit, og vit verða eisini undirløgd lands­grann­skoð­anina, sum hvørt ár kemur við sínum frá­greið­ing­um, staðfestir Guðrið Høj­gaard.

Fíggjarligt rásarúm
Tá orka ikki longur í sama mun sum nú skal brúk­ast upp á umsiting eftir al­menn­um leisti, skal hon í stað­in brúkast til mark­nað­ar­føring uttanlands. Í ”Strategi fyri ferðavinnuna í Før­oyum”, sum Visit Faroe Is­lands greiddi úr hondum í fjør summar, er málið, at so lítið sum møguligt skal fara til almenna umsiting og í minsta lagi 70 prosent av játtan­ini skulu brúkast til mark­nað­ar­føring.
Fyri Visit Faroe Islands verð­ur tað eisini ein av­ger­andi fíggjarligur fyrimunur, at núverandi rakstrarjáttan verð­ur til eina stuðulsjáttan, tá stovnurin er umskipaður til eitt alment partafelag.
Ein rakstrarjáttan er nevni­liga bert galdandi fyri fíggjarárið, hon er játtað til, og um øll játtanin ikki er brúkt, tá árið er at enda, fellur restin aftur í landskassan.
Ein stuðulsjáttan hevur hin­vegin ikki hesa binding, so óbrúktur peningur verður ver­andi hjá stovninum.
- Hetta gevur okkum eitt nógv størri fíggjarligt rása­rúm og fer at geva okkum heilt aðrar møguleikar fyri at hugsa og planleggja lang­skygt, sigur Guðrið Høj­gaard.

100 prosent alment
Tá Visit Faroe Islands (Ferða­ráð­ið) fór undir arbeiðið at legg­ja nýggja strategi stutt eft­ir, at Guðrið Højgaard hevði tikið við sum stjóri í mai 2012, var ynskið, at stovn­urin skuldi umskipast í eitt partafelag, sum helvt um helvt var alment og privat.
Í ”Strategi fyri ferða­vinnu­na í Føroyum” stendur so­leið­is um hetta:
“Hesin almenni-privati ognar­formur ger eisini, at aktørar í vinnuni, sum parta­eigar­ar, fáa ein størri áhuga í samlaðu marknaðarføringini, og at játtanin í nógv størri mun eisini verður privat fígg­ing. Hetta ger, at tann saml­aða marknaðarføringin verð­ur nógv størri og effektivari. Vinn­an krevur, at VFI (Visit Faroe Islands, red.) verður eitt parta­felag, har vinnan og tað al­menna saman satsa meira upp á marknaðarføringina av Før­oyum.”
Men eftir uppskotinum hjá Johan Dahl skal tað al­men­na eiga Visit Faroe Is­lands 100 prosent. Hetta skeikl­ar tó ikki endamálið við um­skipan­ini, vissar Guðrið Høj­gaard um.
- Tað primera fyri okkum er, at Visit Faroe Islands ikki long­ur verður ein almennur stovn­ur beinleiðis undir polit­isku skipanini. Í gongdini frá hugskoti til liðugt arbeiði vilja altíð henda broytingar, og broytingin frá hálvalment til alment partafelag hevur ong­an serliga týdning fyri okkum. Eg havi sjálv góð­kent ætlanina hjá Johan Dahl, og eg vænti ikki, at hen­da konstruksjónin, har tað almenna eigur 100 pro­­sent, fer at minka um áhug­­an hjá teimum privatu aktør­un­um at vera við í markn­að­ar­før­ingini, sigur Guðrið Høj­gaard.

Mál 2020
Yvirskipaða málið hjá Visit Faroe Islands er at økja um umsetningin í føroysku ferðavinnuni úr umleið 400 milliónir krónur í 2011 í eina milliard í 2020. Í sama tíðarskeiði skal talið av gistingum vaksa úr 90.000 til 200.000, og talið av arbeiðsplássum í ferðavinnuni skal økjast við 450 í mun til tey 400–500, sum vóru í 2011. Her er bert talan um arbeiðspláss, ið stava frá útlendskum vitjanum. Um heimliga ferðavinnan verður tald við, er talið av arbeiðsplássum hægri.
Tølini eru grundað á sjálvbodnar upplýsingar frá vinnuni sjálvari, tí ongi almenn og viðgjørd hagtøl enn eru tøk fyri ferðavinnuna í Føroyum.
Í strategiætlanini er málið fyri gongdini hetta:

2015:
-  140.000 gistingar íalt
-  200 fleiri arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011)
-  600 millión krónur í umsetningi

2020:
-  200.00 gistingar íalt
-  450 fleiri arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011)
-  Ein milliard krónur í umsetningi

Játtan
Játtanin til Visit Faroe Islands er nærum tvífaldað – úr 8,5 milliónum krónum í 2012 í 15,9 milliónir krónur í 2014. Av hesum fara 13,4 milliónir krónur til virksemið hjá Visit Faroe Islands í 2014, tí tær 2,5 milliónir krónurnar av samlaðu játtanini fara til stuðulsjáttanir, sum Visit Faroe Islands bert umsitur. Hesar eru 1,5 milliónir krónur til stuðul til kunningarstovur, 0,5 milliónir krónur til NATA, sum er samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar, og 0,5 milliónir krónur til krónu-fyri-krónu stuðulsskipanina.
Málið er, at í minsta lagi 70 prosent av játtanini skal brúkast til marknaðarføring uttanlands. Í fjør eydnaðist hetta í ríkiligt mát, tí meira enn 75 prosent av teimum 14 milliónum krónunum tá fóru til marknaðarføring uttanlands.