Ferðandi í Vága lufthavn skulu í masku

Frá í morgin skulu øll ferðandi vera í góðkendari andlitsmasku á flogvøllinum og umborð á flogfarinum, boðar Vága Floghavn frá í kunngerð í dag

Vága Floghavn boðar í dag frá, at øll ferðandi nú skulu vera í góðkendari andlitsmasku bæði umborð á flogførunum og á fløgvøllinum. Børn undir seks ára og tey, sum hava trupulleikar við andaleiðini eru tó undantikin nýggju reglunum 

Í morgin lata Føroyar eisini dyrnar upp fyri ferðafólki úr fimm londum - nevniliga Danmark, Ísland, Grønlandi, Noregi og Týskland. Ferðandi úr hesum londunum skulu hava eina negativa koronatest við sær, sum ikki er eldri enn fimm dagar.