Ferðamannaskip kemur aftur

Runavík: Líkt er til, at umboðini fyri týska cruise-skipið "Deutchland" vóru sera væl nøgd við øll viðurskiftini í Runavík, tá vitjað varð her í august mánaði í fjør.

Í øllum førum er greitt, at reiðaríið hevur avgjørt at koma aftur við skipinum á Runavík í august mánaði 2007.
Sagt verður, at Runavík og Runavíkar Havn eru sera vælegnað til vitjanir av slíkum ferðamannaskipum, og tí er ikki óhugsandi at enn fleiri ferðamannaskip fara at vitja hagar í framtíðini.
Umboðsfelagið fyri hetta týska ferðamannaskipið er Baldur hjá Johan Mortensen í Havn.