Eitt skip við 122 fólkum umborð er farið á land í Wilhelmina Bay í Antarktis Argentinsku myndugleikarnir siga, at 89 ferðafólk eru umborð, og at manningin telur 33.
Ein talsmaður hjá argentinsku sjóverjuni segði í nátt, at ætlanin var at flyta fólkið av skipinum um nakrar tímar. Hann legði afturat, at Argentina hevur biðið grannalandið Kili um hjálp til at bjarga ferðafólki og manning.
Skipið, sum eitur ?Ciudad de Ushuaia?, er farið á land í Wilhelmina Bay, sum er eitt nes, ið toyggir seg ímóti suðuramerikanska meginlandinum.