Ferðamaðurin aftrar seg við at koma til Norðoyggjar

Hetta sigur Christian Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu. Hann heldur, at ferðasambandið til Norðoyggjar og upplýsingin um broytingarnar á farleiðunum hava verið út av lagi vánaligar í vár og tað, sum farið er av summarinum

Jákup Mørk
Ferðavinnan

Klaksvík:
- Alt byrjaði í vár við verkfallinum, sigur Christian.
Hann greiðir frá, at mynstrið hjá ferðafólkunum, sum koma hendan vegin er og hevur verið, at á vári koma tey eldru ferðafólkini. Tey koma ofta til landið, áðrenn summarfrítíðin byrjar, og steðga í eina viku. Tey ferðast í pørum ella í bólkum upp á millum 20 og 25 fólk. Tá tey einans steðga í eina viku, so vilja tey sjálvandi nýta tíðina fult út til at koma so víða um í landinum, sum gjørligt. Men tað lat seg ikki gera í vár, orsakað av verkfallinum. Serliga áðrenn greiða var fingin á Suðuroyarleiðini. Tá komu ferðafólkini ferð eftir ferð út fyri, at tey stóðu í Fuglafirði og bíðaðu eftir Scaniu, og so sigldi Dúgvan av Leirvík, ella umvent.
- Og tað tímir ferðamaðurin ikki. Tí hann hevur goldið nógvan pening fyri at koma her, og so vil hann sjálvsagt hava nakað fyri peningin, sigur Christian, sum heldur tað vera út av lagi vánaligt, at fráboðaninar um broytingar á teim ymsu farleiðunum bara eru á føroyskum.
Christian heldur fram, at tá so verkfallið var av, og viðurskiftini um Leirvíksfjørð komu í rættlag aftur, ja, so bleiv Eysturoyarbergholið stongt.
Tað er so lagi við tí, tí trygdin hevur sjálvandi alt at siga, men tá tú kom til bergholið, so stóða at lesa á tí fremsta skeltinum: The tunnel is closed! Á tveimum skeltum aftan fyri, stóð so á føroyskum at bussar og tung ferðsla var undantikin og at leiðin gongur annars um Eiðisskarð.
- Hvussu í allari víðu verð, skal ein hollendingur ella onkur annar útlendingur vita tað, tá tað bara stendur á føroyskum?? spyr Christian, og leggur aftur at, hvat ger ein útlendingur, sum kemur til eitt skelti, sum sigur, at bergholið er stongt?? Hann vendir sjálvandi 180 gradir og fer tískil slettis ikki norður um, tí hann er jú ikki greiður yvir, at tað er ein annar vegur.
Og so oman á alt hetta, so skuldu teir spreingja oman fyri Skipanesi seinasta hósdag og bleiv tann vegurin so stongdur frá klokkan hálvgum sjey á kvøldi.
- Tað bleiv lýst líka frá morgni av, og tað er heilt vist, at av tí sama settust fólk aftur at koma norðureftir, heldur Christian. Hann skilir ikki, hví teir skulu steingja handan vegin so tíðaliga á kvøldið fyri at spreingja og so á einum so føgrum summardegi, sum hósdagurin var.
- Spreingja kunnu teir saktans gera seinni á kvøldið.
Christian heldur, at tað er sera harmiligt, at her er ein keðilig støða, sum tað ber til at gera okkurt við, men tað verður bara ikki gjørt nakað.
- Tá vit hava spurt okkum fyri, um ikki okkurt kann verða gjørt, so er svarið bert, at tað verður hugt eftir málinum.

Umstøðurnar vánaligar
At tað ofta er rokaligt á ferjulegunum bæði í Klaksvík og í Leirvík er staðfest ferð
eftir ferð.
Christian tekur sjálvur eitt dømi. Hann skuldi til Havnar og setti tí bilin í røðina klokkan fýra seinnapartin, men slapp ikki yvir um fyrr enn túrin klokkan trý korter til seks.
Tað er bert tað eina skipið um Leirvíksfjørð og tað skal bæði flyta frakt og ferðafólk, og so er tað bert ein spurningur um, hvør vinnan er tann sterkara, tá tað kemur til, hvør sleppur við.
- At bjóða ferðafólkum at fyrst verða noydd at bíða í tímavís fyri at sleppa við Dúgvuni, og so, tá tey koma umborð, at troðka seg í millum bilarnar við bæði skrelli, fiski og aðrari frakt, tað er ov nógv av tí góða, heldur Christian, sum vísir á, at tað negativa ofta hoyrist bæði skjótari og betri enn tað positiva.
- Tey, ið selja ferðir, hava í ár aftra seg við at selja ferðir til Norðoyggjar, tí viðurskiftini hava verið so ógreið, og tað kunnu vit ikki góðtaka.
Hann heldur eisini, at tað verður alt ov tungt at byggja eina ferðavinnu upp í útjaðaranum, tá ferðasambandið ikki er regluligt og til at líta á.
- Tí ferðafólkini hava eina stutta tíð her, og tey vilja hava sum mest burtur úr. Tey skula helst kunna fara úr aftur Føroyum við einum góðum minni. Ikki einum minni, um at tey ferð eftir ferð høvdu trupulleikar við at koma har til, sum tey ynsktu at koma, sigur Christian Olsen, sum at enda vísir á, at tað er ikki bert í Norðoyggjum at hesin trupulleikin er.

Myndatekstur: Christian Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu, heldur at, viðurskiftini viðvíkjandi ferðasambandinum til Norðoyggjar eru út av lagi vánalig