Ein ferðamaður við einum flogfari úr Reykavík til New York hósadagin, var so ólataður, at hann mátti bindast niður.
Myndir av honum eru farnar verðina runt, har hann situr niðurbundin í setrinum við gaffatape og plast-stripsum fyri munnin, um kroppin, um lørini og um øklarnar, so at hann fekk ikki rørt seg.
Maðurin, sum var fullur, spýtti eftir øðrum ferðafólki og flogternum, samstundis sum hann brúkti seg illa og rópti og skrálaði, at flogfarið fór at detta niður skriva fjølmiðlar um hendingina, sum hevur vakt stóran ans og er umrødd í bløðum og í tíðindasendingum um allan heim.
Sagt verður eisini, at hann tók um hálsin á eini kvinnu, sum sat undir liðini á honum og royndi at kvæla hana.
Avleiðingin var, at ferðafólk mannaðu seg upp og tóku mannin ímeðan manning á flogfarinum spentu hann fastan í setrið við gaffatape og plast-stripsum og flogfarið lendi í New York í øllum góðum, har løgreglan handtók mannin og førdi hann á sjúkrahús til kanningar.
Icelandair upplýsir fyri CNN, at gaffatape og plast-strips eru vanlig útgerð umborð á flogførum til hendingar av hesum slagi, sum kortini eru sera sjáldsamar.
Amerikansk feløgfeløg siga, at hetta er ikki vanlig útgerð til flogfør, men at tað ikki er brot á nakra reglugerð at hava tað umborð.
Rúsdrekka fær skyldina fyri atburðin hjá manninum, so hann verður ikki ákærdur fyri nakað lógarbrot í hesum sambandi.