Ferðamøguleikarnir betri enn fyrr

Stjórin á Ferðaráðnum skilir ikki rættiliga teir gistingarhúseigarar, sum halda, at manglandi gistingar um summarið standast av verri ferðamøguleikum. Tí vit hava helst eini 1.000 flogsetur fleiri og rættiliga nógv betri kapasitet sjóvegis, sigur hann

Stjórin á Ferðaráði Føroya, Heri Niclasen, metir ikki, at grundin til, at færri gistingar eru á føroyskum gistingarhúsum í juli, enn pláss er fyri, er orsakað av ov lítlum flutningskapasiteti. Sjálvur metir hann,a t í ár eru umleið 1.000 flogsetur fleiri til taks, enn í gjør. Og Norröna hevur seinastu trý økt flutningsmøguleikarnar munandi.
Orsøkirnar til færri gistingar í juli kunnu vera fleiri, metir Heri Niclasen. Ein tann mest vanliga orsøkin til hetta fyribrigdið hjá bæði flutningsfeløgum og gistingarhúsum plagdi at vera, at fyritøkurnar lótu út stór "allotments" (fyribilsbíleggingar) til bólkar hjá útlendskum ferðavinnufyritøkum, sigur hann. Tá so onnur ferðafólk royna at bíleggja sær pláss fáa tey at vita, at gistingarhúsið er fullsett. So kann sjálvandi tað keðiliga henda, at fleiri bólkabíleggingar vera avlýstar, og gistingarhúsið stendur við tómum kømurum, eftir at hava víst øðrum bíleggingum frá sær. Tá ov stórar bólkaavlýsingar knappliga koma inn, kann tað vera trupult at fylla upp aftur í eini handavending.
Hvussu stórur hesin trupulleikin er ídag, sigur Heri Niclasen ikki vita. Men gistingarhúsini eru nógv í dag meira avgjørd við bólkabíleggingum, har strangari reglar fyri depositum, gjaldi og fráboðanum seta túroperatørunum harðari treytir.
Hetta er væl skiljandi, tí gistingarhúsið kann missa væl av peningi, um túroperatørurin fær loyvi til at avlýsa ov stutt áðrenn fráferð. Ferðavinnutíðin í Føroyum, har peningur skal vinnast, er avmarkað. Men tey sum kanska kunnu svara hesum spurninginum best, eru tey føroysku incomingfeløgini sum eisini hava dagliga samskiftið við gistingarhúsini, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya.
?Er tað so, at flutningskapaciteturin er ov lítil, hava vit ein álvarsligan trupulleika. Tí tá kann tað koma fyri, at ferðandi føroyingar, sum fara av landinum at brúka valuta, fora útlendskum ferðafólki at koma til Føroya at brúka teirra valuta. Mær vitandi økir Atlantic flúgvitíttleikan á Danmarkarrutuni nú Maersk Air ikki flýgur her longur. Um hetta er nøktandi, kann eg ikki siga nakað um. Men um eg ikki fari heilt skeivur meini eg, at Atlantic Airways og Maersk Air í juli mánaði í fjør samanlagt útbjóðaðu uml. 13.500 setur úr Danmark til Føroya. Eg vil meta at Atlantic Airways í juli 2005 hevur eitt útboð uppá uml. 14.500 setur úr Danmark til Føroya, altso uml. 1000 fleiri. Um hetta er ov lítið til at nøkta tørvin, ið er, dugi eg í løtuni ikki at meta um, sigur stjórin á Ferðaráðnum.
.Tá Winston Churchill í 1992 gavst at sigla uppá Føroyar, var tað ein trupulleiki, at ov trongt var á Danmarkarrutuni hjá gomlu Norrönu. Vandi var tá fyri, at føroysk ferðandi millum Danmark og Føroya foraðu europearum í at fáa pláss við gomlu Norrönu á teimum longu og kostnaðarmiklu strekkjunum til Íslands. Hesin trupulleikin var loystur við einum snildisligum samspæli millum taktiskar prísir, fráferðarhavnir og ferðadagar. Serliga við at slúsa føroyingar umveigs Bergen, vísir Heri Niclasen á.