Ferðafólkini fjølgast í Føroyum

Føroyska ferðavinnan letur hampiliga væl at útlitunum hjá vinnuni. Árið í fjør royndist rímiligt, og útlitini í ár eru ikki verri, verur sagt frá vinnuni

Ferðavinna

Ferðavinnan er í menning, og føroyingar hava hug at ferðast í Føroyum. Tey hava gott mót á Feðraráðnum, sum her fyri hevði framsýning á Torginum í SMS, har endamálið var at fáa føroyingar at ferðast meira í Føroyum.
?Tað er ilt at siga, um átakið hevði nakra beinleiðis ávirkan á, at føroyingar ferðast meira her heima heldur enn at fara uttanlands, sigur Birita Nolsø á Feðraráði Føroya. Men áhugin var avgjørt har, og nógv fólk kom framvið og spurdi og tók faldarar við sær. So vóna vit bara, at tey eisini hyggja í hann og fara ein túr her á landi, sigur hon.
Hon sigur, at fólk løgdu veruliga merki til átakið, og at tað var nógv fólk, sum vísti áhuga. Onkur var eisini, sum nevndi, at tey áttu at gjørt meira burtur úr at feðrast i Føroyum, enn higartil hevur verið gjørt.
Birita Nolsø sigur, at tiltakið í SMS kanska eisini vakti áhuga millum fólk, tí tað nú er nakað fráliðið, síðan Ferðaráðið hevði nakað líknandi tiltak.
Hvussu tað stendur til við føroyskum feðrafólkum í Føroyum, er verri at siga, heldur hon. Hagtølini eru ikki so øgiliga góð, hóast onkur eru.
Hon nevnir eitt nú túrarnar hjá Rasmusi Skorheim á Selatrað, og túrarnar undir Vestmannabjørgini, har hagtøl verða skrivað. Har vísir tað seg, at væl av føroyingum eru við.
?Tað er eitt sindur ymiskt, sum tað frættist frá, vísir Birita Nolsø á. Men tað tykist, sum eru tað summi støð, har føroyingar mestsum eru í meiriluta.
Birita Nolsø greiðir frá, at tað serliga eru kunningarstovurnar í Eysturoynni, sum hava hgtøl at vísa til, og tey eru ikki so galin. Gistingarhús, matstovur og kunnignarstovurnar sjálvar siga frá fleiri vitjandi í fjør enn í fyrrárið.
Serliga vallaraheimini í Eysturoynni hava merkt vøkstur, vísa hagtølini. Gjáargaður heili 50 prosent, og sum heild eini 40 prosent í meðal.
Matsovurnar láta eisini væl at, og útleigan av frítíðarhúsum og íbúðum gongur væl. Eisini handlar, sum eitt nú selja føroyskar ullvørur, siga frá vaksandi sølu.
Ferðafólkini koma spjadd ymsastaðni frá. Tó er størsti bólkurin danir. Síðan koma aðrir skandinavar, og so bretar og týskarar. Suðureuropearar og amerikanarar síggjast eisini aftur í hagtølunum.
Ymsist er, sum fólk vilja síggja og spyrja eftir. Amerikanarar vilja helst keypa meira enn onnur fremmand ferðafólk. Men eingin ivi er um, at tað er føroyska náttúran, sum ferðafólkini taka til sín.
Tað týðir upp á framdrift í ferðavinnuni, sigur Birita Nolsø. Á Ferðaráðnum hava tey góðar vónir um framgongd í føroysku ferðavinnuni, sum vónandi fer at menna seg til eitt rættiligt íkast í búskapinum.