Ferðafólk svíkja Grikkaland

Grikkaland fær munandi minni inntøkur burtur úr ferðavinnuni nú enn fyrr. Nýggj tøl hjá tjóðbankanum í Athen vísa, at í januar og februar vóru inntøkurnar frá ferðavinnuni 44,7 prosent minni enn í somu mánaðum í fjør.

Politikararnir hava annars vónað, at inntøkur frá ferðavinnuni skulu beina búskapin aftur á rætta kós. Men útlitini eru ikki serliga góð. Eitt nú hava ferðaskrivstovurnar í Týsklandi fingið 61 prosent færri bíleggingar frá fólki, sum ætla sær til Grikkalands í summar, og eygleiðarar ivast ikki í, at verkføll og mótmælisgongur hava fingið fólk at velja onnur ferðamál.

Altjóða Gjaldoyragrunnurin hevur mett, at arbeiðsloysið í Grikkalandi fer upp í 19 prosent í ár. Tað var 17,7 prosent í fjør.