Tað fer ikki at forða fyri siglingini hjá Norrønu, at danskir myndugleikar nú mestsum hava hava avbyrgt alt Norðurjútland, norðan fyri Limfjørðin.
Tað merkir, at fólk sleppa ikki at ferðast ímillum Norðurjútland og restina av landinum, og tey sleppa ikki so frægt sum at ferðast ímillum kommunurnar í Norðurjútlandi, uttan í heilt serligum ørindum.
Men Henny á Líknargøtu á Smyril Line sigur, at Norrðna fer at halda fram at sigla upp á Hirtsals. Men samstundis staðfestur hon, at Smyril Line leggur dent á, at tey tilmæli, sum eru í samband við koronu, verða hildin.
Danskir myndugleikar siga, at farmaflutningurin verður framvegis ótarnaður, og ferðafólk frá Norrønu, sum skulu aðrastaðir enn til Norðurjútland, kunnu ferðast úr Hirtshals, beinleiðis suður um Limfjørðin, uttan at steðga á.
Fólk sleppa altíð heim, og tað merkir, at eru føroyingar í Norðurjútlandi, sleppa teir heim, og eru ferðafólk við Norrønu, sum búgva í Norðurjútlandi, sleppa tey eisini heim.
Men eru ferðafólk við Norrønu, sum skulu til Norðurjútlands at ferðast, sleppa tey ikki tað, og eru tey longu umborð, kunnu so koma við aftur til Føroya, ella tey finna eina aðra loysn, so at tey fara onkra aðrastaðni.
Tey, sum eru aðrastaðin enn í Norðurjútlandi, og skulu til Føroya, fáa loyvi til at ferðast ígjgnum Norðurjútland, men tað skal vera beinleiðis til Hirtshals, uttan at steðga á. Og tá ið tey so eru komin á bryggjuna í Hirtshals, verða tey kannað fyri koronu og fáa annars leiðbeining um, hvussu tey skulu fara fram. Eitt nú fáa tey at vita, at tey eiga at vísa varsemi umborð, og um at halda seg mestsum fyri seg sjálvi til útslitið av royndini fyriliggur nakrar tímar seinni
Henny á Líknaragøtu sigur, at hesa tíðina er ikki so nógv ferðafólk við Norrønu, so tað er skjótt hjá teimum at fáa samband við tey og at kunna tey.
Tey, sum skulu til og frá Norrønu, men sum ikki hava bil sjálvi, eru í eini verri støðu, tí hvørki bussar ella tok koyra til og úr Norðurjútlandi, ella í Norðurjútlandi annars.
Hon sigur, at Smyril Line skipar ikki fyri flutningi til tey. Men hon sigur, at tey ferðafólkini eru heilt fá í tali og tey finna sær so aðrar loysnir. Ein máti er at ferðast til Aalborg, og so at taka hýruvogn teir 60 kilometrarnar til Hirtshals, ella tey finna sær onkran at koyra við.