Ferðafólk skulu sjálvandi í tvungið sóttarhald

Høgni Hoydal saknar eina heildarætlan, tí hann heldur, at tað eru alt ov nógv ivamál

– Vit eru í eini heilt einastandandi støðu og tað besta hevði verið at vit nú settu tiltøk í verk so at vit forða fyri, at smittan kemur til Føroya.

Tað sigur Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og floksformaður, nú løgmaður hevur kunngjørt, hvussu tiltøkini ímóti korona, verða linkað í næstum.

Við útvarpsstøðina. FM1, sigur Høgni Hoydal, at hann saknar eina heildarætlan fyri, hvussu vit skulu bera okkum at.

Sostatt saknar hann eina heildarætlan, sum allir flokkar kunnu taka undir við, og sum setur út í kortið, hvussu samfelagið kann latast upp aftur, og hvussu vit tryggja tey, sum hava havt fíggjarligan miss av koronakreppuni, ikki minst teir løntakarar, sum hava mist inntøku.

Høgni Hoydal heldur, at vit eiga at forða fyri, at smittan kemur til Føroya og í hesum sambandi skulu vit hava eina loysn, so at bæði føroyingar, og útisetar sleppa heim, men ferðafólk skulu sjálvandi í tvungið sóttarhald.

– Gera vit tað, kunnu vit næstan liva og virka í samfelagnum, sum vit plagdu, sigur hann. Men annars heldur hann eisini, at vit eiga at yvirtaka hetta málsøki, tí sum støðan er nú, noyðast vit niður á danska fólkatingið at biðja tey seta tey tiltøk í verk í Føroyum, sum vit vilja hava.

Trýst annars á pílin undir myndini og hoyr formannin í Tjóðveldi greiða frá, hvussu hann metir korona-støðuna í Føroyum beint nú.