Ferðafólk skulu kanska rinda meiri í avgjaldi

Talan kann eisini verða um, at føroysk ferðafólk skulu rinda meiri

Tann veksandi ferðavinnan í Føroyum merkir ikki bara tað, at vit fáa meiri inntøkur. Tað merkir eisini, at vit fáa størri útreiðslur.

 

Tað staðfestir Poul Michelsen, landsstýrismaður í ferðavinnumálum, nú Løgtingið fer at hava aðalorðaskifti um ferðavinnuna í dag.

 

Eitt, hann vísir á, er, at vit fáa útreiðslur til eina tilbúgving, sum skal bjarga ferðafólkum, sum koma illa fyri í fjøllunum, ella í aðrar mátar. Tað hava vit havt fleiri dømi um hesi seinastu árini, staðfestur hann. Men vit fáa eisini útreiðslur av at seta tiltøk í verk fyri at verja náttúruna, tí tað er avmarkað, hvat hon tolir av ferðafólki

 

Tí verður eisini neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at fáa fleiri inntøkur, og Poul Michelsen heldur, at ein máti er, at ferðafólkini sjálvi rinda hetta, ella ein part av hesum.

 

Og hugskotini eru fleiri. Eitt, Poul Michelsen vísir á, er, at vit hava eina skipan, har øll  sum keypa ferðaseðil sjóvegis og loftvegis úr Føroyum, rinda eitt ferðaavgjald upp á 65 krónur av hvørjum ferðaseðli.

 

Tað er ein einføld skipan, sigur landsstýrismaðurin. Og hann vísir samstundis á, at eisini føroyingar ferðast í egnum landi og hann heldur ikki, at tað er meira enn rímiligt, at tey ferðandi, føroyingar og útlendingar, rinda eitt avgjald, sum kann fara til náttúru- og umhvørvisvernd.

 

Hann leggur afturat, at eitt, sum talar fyri at varðveita hesa skipanina, og kanska eisini at hækka avgjaldið, er, at prísurin á ferðaseðlum er nógv lækkaður.

 

Men ein trupulleiki við hesi skipanini er, at øll ferðafólk eru ikki javntsett. Eitt nú sleppa øll, sum koma higar við útlendskum ferðafólkaskipum, undan at rinda hetta avgjaldið. 

 

– Hesi ferðafólk, sum koma higar í veksandi tali við útlendskum ferðafólkaskipum, leggja ikki nóg mikið av peningi eftir seg, sigur Poul Michelsen.

 

– Inntøkan av hvørum ferðafólki er lutfalsliga lág og teir stóru ferðafólkabólkarnir fylla nógv í einum lítlum samfelagi sum okkara, sammett við inntøkurnar, sum liggja eftir.

 

– Men er tað rímiligt, at tey skulu hava sersømdir, og sleppa undan avgjaldinum, sum øll onnur rinda, hvørja ferð vit ferðast, spyr landsstýrismaðurin.

 

Og hann sigur, at í løtuni, verður kannað, um ferðandi við útlendskum ferðafólkaskipum eisini skulu rinda eitt ferða- og umhvørvisavgjald, sum kann vera við til at menna ferðavinnuna og erja náttúruna. 

 

Somuleiðis verður arbeitt við eini nýggjari prísskipan fyri Strandferðsluna, har útlendskt ferðafólk skulu rinda meiri fyri ferðaseðilin enn føroyingar gera, bæði við skipunum og ið tyrluni.