Fleiri hundrað ferðafólk eru á veg runt jørðina við ferðamannaskipinum "Columbus", men tey hava gjørt greitt, at tey vilja ikki vera umborð á skipinum allan vegin. Orsøkin er, at fólk eru bangin fyri teimum somalisku sjórænarunum og tora tí ikki at sigla ígjøgnum Adenvíkina. Týska felagið Hapag-Lloyd, sum skipar fyri ferðini runt jørðina, sigur, at ferðafólkini verða sett í land og síðani flutt við flogfari til Dubai, hagar skipið kemur eftir teimum. "Columbus" skal sigla ígjøgnum Adenvíkina, men tá verður bara manningin umborð, skrivar AP.
LesarabrøvLesarabrøv