Flogfarið, sum fór í morgun úr Keypmannahavn og skuldi lenda í Vágum klokkan 11.50, millumlendi í Stavanger.
Orsøkin var ikki ring floglíkindi, men eitt ferðafólk fekk eitt anfall av epilepsi. Ein lækni var millum ferðafólkini, og læknin helt tað vera best at lenda sum skjótast.
Atlantsflog upplýsir, at viðkomandi ferðafólk nú hevur tað gott og er á veg til Føroya við flogfarinum.