Ferðaætlanin skal vera smidligari enn hon er nú

Tað hevur stóran týdning, at ferðaætlanin hjá Smyrli ikki verður so stirvin og einstáttað, sum hon er nú, sigur stjórin í Suðuroyar Sparikassa

Nýggi Smyril er størsta framstig fyri Suðuroynna hesi seinastu 30 árini- kanska síðani Smyril, sum nú fer úr sigling, kom í 1975.
Tað heldur Søren Lünell Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.
 Nýggi Smyril gevur okkum heilt aðrar møguleikar, enn vit higartil hava havt, leggur hann afturat
Men hann heldur samstundis, at nú ræður um at vit duga at fáa fulla nyttu burturúr hesum møguleikanum, vit hava fingið.
Hann ásannar tað, sum so mong onnur hava sagt frammundan, at tað hevur stóran týdning at Smyril fer at sigla fleiri túrar.
 Tað er sjálvsagt ein politiskur og fíggjarligur spurningur. Men tað ræður eisini um at tann ferðaætlanin, sum til eina og hvørja tíð er í gildið, er so smidlig sum gjørligt.
Hann sigur, at við Smyrli, sum nú fer úr sigling, bar tað til at búgva í Suðuroy og arbeiða Havn, tó at tað var ómetaliga strævið.
Tað hevur hann sjálvur roynt í rúma tíð frá teirri tíðini, hann arbeiddi á Almannastovuni, men búði á Tvøroyri.
Við nýggja Smyrli verður tað lættari, tí vit vinna ein tíma um dagin í ferðingartíð og tað lættir nógv um og hartil verður skipið nógv høgligari at sigla við.
Og tá ið hann vísir á, at ferðaætlanin skal vera smidlig, heldur hann, at tað er skeivt at hann altíð siglur somu somu tíðir, hvønn dag í vikuni.
Hann heldur tískil, at tað er rættari at hann siglur ymsar tíðir, tí so ber betri til at leggja síni ørindi til rættis eftir tí.
Hann heldur, at onkuntíð kann hann sigla fyrr og onkuntíð seinni, tí tað fer at gera tað lættari at leggja ferðir til rættis.
Kortini heldur hann, at tað hevði verið ein stórur fyrimunir um hann í hvussu so er fekk nakrar túrar afturat um vikuna.
Men so heldur hann eisini, at tað hevur týdning, at suðuroyingar sjálvir kunnu semjast um, hvat skipið skal brúkast til.
 Í hesum sambandi heldur hann eisini, at suðuroyingar eiga at spæla út við, hvussu teir vilja hava ferðaætlanina at vera.
Í hesum sambandi er hann greiðir yvir, at ferðaætlanin hjá Smyrli er ein partur í eini samlaðari skipan hjá Strandferðsluni.
- Men tað eru suðuroyingar, sum brúka Smyril mest og tí skal ferðaætlanin leggjast soleiðis at hon tænir suðuroyingum best.
Og hann heldur eisini, at eru serlig tiltøk á skránni, eigur tað ikki at verða so tungt at broyta ferðaætlanina.
 Tað setir sjálvandi krøv til upplýsing, men tað er ein trupulleiki, sum avgjørt eigur at kunna loysast.
Nú er ætlanin at lækka farmagjaldið, so at farmagaldið til og úr Suðuroy verður tað sama og javntsett við farmagjaldið ímillum Gomlurætt og Skopun og um Leirvíksfjørð.
 Tað er er sjálvandi ein fyrimunur hjá vinnuni í Suðuroy, tí tað bøtir um kappingarførið. Men tað hevur eisini sera stóran týdning, at ferðaætlanin verður smidlig, tí í løtuni er tað viðhvørt torført at fáa fisk av uppboðssøluni til virki í Suðuroy. Keypa virkini í Suðuroy ikki fiskin í rættari løtu, gongur alt ov long tíð at fáa hann suður.
Søren Lünell Bruhn vísir eisini á, at tað er sera dýrt hjá fólki at ferðast við Smyrli. Skal eitt húski við Smyrli, kostar tað skjótt fleiri hundrað krónur.
 Men hetta er ein politiskur spurningur um, hvussu nógv politikararnir vilja gera fyri at varðveita Føroyar sum eitt oyggjasamfelag.
Sjálvur heldur Søren Lünell Bruhn at tað er ein sjálvsagdur møguleiki at brúka nýggja Smyril til ráðstevnur.
 Kortini haldi eg ikki, at vit til fulnar koma at fata teir møguleikar, sum eru við nýggja Smyrli, fyrrenn hann hevur verið í sigling í eina tíð.
 Tað var sama søgan við Smyrli, sum nú fer úr sigling. Tá ið hann kom, mettu nógv, at tað var ørskapur, tí hann var alt ov stórur- men áðrenn vit vistu av, var hann ikki nóg stórur kortini, sigur Søren Lünell Bruhn.
Heldur tú, at vit eiga at brúka Smyril til uttanlandsigling?
 Eg dugi væl at síggja tað skilagóða í tí. Landsstýrið hevur spælt út við, at Suðuroyggin skal vera ein feskfiskadepil. Skal hon verða tað, skal betri ferðasamband fáast niður til meginlandið.
 Men Smyril skal fyrst og fremst tæna suðuroyingum. Skal hann takast úr sigling, má ferðasambandið økjast, helst við tyrluflúgving fyri at suðuroyingar ikki verða við skerdan lut, sigur Søren Lünell Bruhn.