Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, gongur flogfenaðurin, sum tikin varð úr Heiminum við Vallalíð týskvøldið, við sítt fríska lív á Sandi.
Myndin er tikin á Sandi tíðliga í kvøld, og her sæst ein partur av teimum 60-70 fuglunum, sum vóru knýttir at heiminum fyri minnisveik í Havn.
Hetta byrjaði sum ein verkætlan fyri nøkrum árum síðan, tí stovnurin hevði fýra mans við Alzheimers, ið vóru yngri enn 67 ár.
Fyri at hava okkurt til teir at gera uttandura og fyri at skapa teimum ein innihaldsríkan gerandisdag, tóku teir sær eitt nú av kríatúrunum.
Men, sum tíðin leið, gjørdist Heimið við Vallalíð um umhvørvið kring heimið eisini kent fyri sítt serstaka fugla-og djóralív - til stóra gleði fyri mong.
Heimið hevur við sínum kríatúrum nú í nøkur ár verið líka sum ein attraktión - ikki bara hjá teimum minnisveiku, men eisini hjá grannum, barnagørðum og øðrum.
Ætlanin hevur verið at skipa henda partin sum eitt rehabiliteringstilboð, ið eisini onnur minnisveik og eldri annars kundu njóta gott av.
Men, í staðin fyri at útbyggja og skipa hetta forkunnuga umhvørvi, sum her var, enn betri og leggja tingini í fastari karmar, eru øll djórini í Vallalíð nú burtur.
Í gjár, tá In.fo hevði samband við verkætlanarleiðaran, Onnu Rubeksen, vóru framvegis tvær geitir eftir í Vallalíð, men eisini tær skulu burtur.
- Her verða bara tríggjar kettur eftir, segði hon sorgblíð við In.fo.