Sambært Ekstra Bladet er hetta 9. ferð, at havfrúgvin hevur verið fyri herverki. M.a. hevur hon mist høvdið tvær ferðir, armin eina ferð, og hetta er 4. ferð, at hon er málað. Men hetta er fyrstu ferð, at hon verður málað grøn, fyrr hevur hon verið bæði hvít og reyð.
Eitt av teimum meira ógvusligu álopunum, var seinasta álopið, ið var framt 11. september 2003. Tá var havfrúgvin sprongd av steininum, ið hon situr á og endaði á sjónum. Lukkutíð svam hon ikki burt.










