Tað er mangt sum bendir á, at hóast ein meiriluti av teimum, sum ganga í miðnámsskúla eru kvinnur, so kunnu tær spara sær ómakin. Tí tær verða ongantíð skikkaðar at fáa sess í nevndum, har teir jonglera við millónum.
Hetta má vera niðurstøðan, eftir at hava prátað við nakrar kvinnur, sum eina ferð um mánaðin hittast í sonevnda Bókaklubbanum, fyri at práta um bøkur, tær hava lisið, men eisini um politikk, javnstøðumál og onnur samfelagsviðurskifti.
Tá Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnu- og javnstøðumálum, herfyri valdi fýra mannfólk, og onki konufolk, í nevndina fyri almenna partafelagið Atlantic Airways, varð ovboðið í Bókaklubbanum. Tær kendu seg snøgt sagt so provokeraðar, at tær gjørdu av at senda landsstýrismanninum eitt opið bræv, sum eisini varð sent bløðunum.
- Tað er so lætt at brokka seg heima og fyri hvørji aðrari. Her var talan um eina somikið groteska støðu, at vit samdust um, at gera vart við okkara ónøgd alment, sigur Katrin Gaard, fulltrúi, sum eisini var hon, sum setti gongd á málið við at senda hinum í Bókaklubbanum ein teldupost. Hinar loftaðu bóltinum og skjótt varð brævið orðað og sent avstað.
Í sambandi við nevndarvalið í Atlantic Airways vilja vit hervið heita á teg (Jóhan Dahl, red.) um at koma við eini grundgeving fyri, hví eingin kvinna var millum tey umboðini, sum tú vegna Føroya Landsstýri hevur valt í nevndina.
Við Sosialin greiða tær frá, at endamálið við brævinum er, at fáa at vita, hví landsstýrismaðurin í javnstøðumálum bara valdi mannfólk í nevndina: hvørjir førleikar nevndarlimirnir skuldu hava, og hvat hann ítøkiliga gjørdi fyri at finna skikkaðar kvinnur – antin her á landi ella uttanlands.
Margit Stórá, fulltrúi og sjúkrarøktarfrøðingur: Vit vita ikki, um tað eru skikkaðar kvinnur. Men vit krevja í minsta lag at fáa at vita hvørji kriterii valt varð út frá, áðrenn farið varð út at leita eftir nevndarlimum.
Ann Damgaard, cand.merc.dat: Ja, hvussu hevur man leitað, og hvat hevur man gjørt fyri at finna kvinnur? Tað kundi eg hugsað mær at vita.
Óluvá Zachariasen, tíðindakvinna og samskipari: Eg vil vita hvørja útbúgving, persónligar eginleikar og royndir hann vil hava? Skal eg keypa argumentið um, at ongin skikkað kvinna var, so má eg vita hetta.
Førleikar ella kyn
Tá tú í útvarpinum tann 24. apríl vart spurdur um, hví ongin kvinna var millum tykkara umboð í nevndini hjá Atlantic Airways, svaraði tú, at tit høvdu konsentrerað tykkum um at velja tey best kvalifiseraðu fólkini i hasa nevndina.
Vit hoyrdu svarið, men skilja als ikki grundgevingina. Og tí spyrja vit: Hvat eru tað fyri kvalifikatiónir, sum umboðini hjá Landsstýrinum í nevndini hjá Atlantic Airways hava, sum ongin kvinna í landinum (ella í øllum heiminum) hevur?
Ann Damgaard: Tað er hetta afturvendandi ”Hokus Pokus” orðið kvalifikatiónir, sum steðgar øllum orðaskifti. At tað skulu vera førleikar og ikki kyn, sum eru avgerandi. Við altíð at velja mannfólk, sigur tú, at menn generelt eru klókari enn kvinnur.
Katrin Gaard: Eg eri eisini vónbrotin av, at landsstýrismaðurin enn ikki sigur seg hava spurt nakra kvinnu. Hevði hann so av illum sagt, at hann hevur spurt sjey kvinnur, men ongin hevði hug.
Margit Stórá: Tað skulu sjálvandi ikki bara vera kvinnur fyri at vera kvinnur. Men vit eru sannførdar um, at tað eru skikkaðar kvinnur til nevndina í Atlantic Airways. Eg spyrji bara: hví eru teir, sum eru valdir, betri skikkaðir enn ein kvinna?
Tað almenna gongur undan
Serliga tí Vinnumálaráðið, og harvið tú sjálvur, umsitur javnstøðulógina og javnstøðumál, sum skal tryggja javnrættindi millum kynini… Hendan atferðin.. má metast at vera í stríð við andan í grein 8 í javnstøðulógini, har allar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, skulu vera javnt samansettar av báðum kynunum.
Hóast tær í Bókaklubbanum vita, at Atlantic Airways er eitt privat felag, og tí ikki umfatað av reglunum um kynsbýtið í javnstøðulógini, halda tær í minsta lagi, at Jóhan Dahl, landsstýrismaður í javnstøðumálum, eigur at ganga á odda í stríðnum fyri javnstøðu.
Katrin Gaard: Tá landsstýrið velur umboð í eina privata nevnd, eigur tað sjálvandi at taka javnstøðuatlit. Eitt og hvørt landsstýrisfólk hevur skyldu til at taka javnstøðuatlit, tí tað umboðar fólkið. Og landsstýrismaðurin hevur um nakar eina skerpaða skyldu!
Jenny Kingbo, cand.scient.pol: Um ikki politikararnir praktisera lógina, hvør skal so gera tað? Ein kann heldur ikki vera landsstýrisfólk í kringvarpsmálum og ikki rinda kringvarpsgjald.. ella í skattamálum, og ikki rinda skatt. So hetta er eitt ómetaliga vánaligt signal at senda út frá tí almenna, tí hví skulu privatar vinnulívsnevndir taka javnstøðuatlit, tá tað almenna ikki ger tað?
Hallbera West, cand.scient.pol og ráðgevi: Ein kann ikki siga, at hann forvaltar hetta økið á fullgóðan hátt, tá hann júst er landsstýrsmaður í javnstøðumálum. Samanbera vit til dømis við Svøríki hevur Gøran Persson alment sagt seg vera feministur. Har er tað als ikki stovureint ikki at vera feministur.
Margit Stórá: Og so hevur hann ferðast land og ríki runt við javnstøðuboðskapinum saman við javnstøðunevndini. Tað hongur snøgt sagt ikki saman.
Óluvá Zachariasen: Tá hetta landsstýrið varð skipað, varð sagt, at man ongantíð aftur fór at tora at skipað eitt landsstýri við ongari kvinnu. Men tað er eftir øllum at døma í lagi í sambandi við nevndarval.
Jenny Kingbo: Tað er eisini láturligt, tá hann sigur, at næstu ferð verða tað kanska fýra kvinnur, tí tað hevði heldur ikki verið javnstøða. Og so hesi løgni retorikkurin, har hann líkasum ger gjøldur við málinum. Sum um at vit kvinnur vóru børn: ”bíða nú, slappa nú av.. tú sleppur við næstu ferð”. Hesin hugburðurin er rættiliga provokerandi.
Hallbera West: Hetta er tann typiska ”Rip, Rap og Rup effektin” har mannfólk velja onnur mannfólk, sum líkjast teimum sjálvum. Tað er eitt kent fyribrigdi innan privatar vinnulívsnevndir, har tað er sera torført hjá kvinnum at koma uppí. Og eftir øllum at døma eisini í Atlantic Airways.
Katrin Gaard: Tað er ikki løgið, at vit mangla útbúnar kvinnur í Føroyum. Sleppa tær framat, so er tað í óløntum nevndum, ella sum starvsfólkaumboð.
Ann Damgaard: Tað almenna átti heldur at gingið á odda og eggja til javnstøðu í øllum tættum í samfelagnum. Til dømis at sett nøkur ítøkilig javnstøðupolitisk mál, eins og tað hevur eydnast so væl í fólkaheilsumálum.
Tøgnmentan fekk mønusting
Málið um nevndarvalið í Atlantic Airways gjørdist fyrsta málið, sum Bókaklubbin alment tók upp. Men eftir øllum at døma ikki tað síðsta. Tí, sum tær siga: Um ongin ger vart við seg, so vilja tær gera tað!
Í hesum málinum eru tær eisini vónbrotnar av, at tey, sum áttu at talað at, og møguliga at tikið málið upp, onki hava gjørt. Her vísa tær til Javnstøðunevndina, politikarar, løgmann, kvinnufeløg og fakfeløg.
Men sum heild eru tær eisini troyttar av føroysku tøgnmentanini, har fólk heldur tala at í bindiklubbanum ella heima, í staðin fyri at standa fram alment og á røttum stað. Eisini hóast fleiri teirra starvast innan almennu fyrisitingina, ið sum kunnugt ikki hevur siðvenju at eiga virknastu kjakararnir í landinum.
- Vit hava allar upplivað fólk í almennu fyrisitingini, sum hava verið sett upp á pláss, tá tey hava úttalað seg um eitt mál. Tað er sjálvandi lættari at gera tað saman. Í hesum førinum er tað politiska avgerðin, sum vit fílast á, og ikki persónin Jóhan Dahl, siga tær, og leggja dent á, at tað er sum privatpersónar, at tær úttala seg í Bókaklubbanum.
- Og vit vóna, at tað verða fleiri, sum taka táttin upp og fara at úttala seg um evni, sum tey halda hevur týdning her í landinum, sigur Katrin Gaard.
--
TÍÐINDASKRIV IÐ SUM VARÐ SENT ÚT, TÁ NEVNDIN VARÐ SETT
Nýggir nevndarlimir í Atlantic Airways
24. apríl 2009Á aðalfundinum hjá Atlantic Airways á Hotel Vágum hósdagin 23. apríl varð nevndin víðkað við einum nevndarlimi, og tríggir nýggir nevndarlimir vórðu valdir.
Bjarni Askham Bjarnason, Kaj Johannesen og Jens Wittrup Willumsen vórðu nývaldir, og Petur Eiriksson varð afturvaldur. Úr nevndini fór nevndarformaðurin, Christian Andreassen. Dagin fyri aðalfundin tók eisini næstformaðurin, Eyðfinnur Jacobsen, seg aftur.
Nevndin varð víðkað við einum aðalfundarvaldum limi eftir ynski frá størsta partaeigaranum í felagnum, Vinnumálaráðnum, so teir nú eru fýra í tali. Starvsfólkini velja tvey umboð, og tey eru Verna Rasmussen og Ingi S. Joensen.
Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin við Bjarna Askham Bjarnason sum formanni og Kaj Johannesen sum næstformanni.