Í greinum um spæliloyvi hjá Páll M. Joensen í blaðnum í gjár, høvdu vit tíverri mistikið okkum, tá vit skrivaðu um nýggju reglurnar fyri leigusáttmálar. Hóast FSF nú hevur fingið nýggjar reglur á økinum, so merkja hesar ikki, at spæliloyvið av sær sjálvum fellur aftur til útleigandi felagið, tá leigumálið er av. Feløgini skulu framhaldandi senda FSF serstaka váttan um endan av leigumáli og hartil hoyrandi spælaraflyting.