Semja er um at veðurlagið broytist: oyðimørkin veksur, vatnstøðan hækkar og at týttari verður millum stormarnir, sum eisini verða ógvusligari. Hetta eru broytingar, sum ávirka alt livandi á jørð, so tað verður óliviligari hjá flest øllum skapningum. Eisni menniskjunum.
Men so røkkur semjan heldur ikki longur.
Tí hví broytist veðurlagið?
Eru broytingarnar mannskaptar ella natúrligar?
Sambært 2500 veðurlagsserfrøðingum frá klimapanelinum hjá ST er orsøkin, at vit menniskju lata alt í verðini ov nógv verðurlagsgass út í himmalrúmið.
Á hinum bógnum hava vit tey, sum vilja vera við, at broytingarnar eru natúrligar, og at vit hvørki skulu ella kunnu steðga teimum.
- Men ímynda tær, at teir 2500 serfrøðingarnir hava rætt. At vit kunnu minka um veðurlagsbroytingarnar við at leggja vanarnar eitt sindur um. Við ikki at vera so gramm og slúkin og átufrek, sum hesi seinastu mongu árini, har vit fullkomiliga uttan fyrilit hava tikið frá náttúruni uttan at bera nakað aftur!
Hetta var útgangsstøðið hjá kenda danska lívsstílsserfrøðinginum, Christine Feldthaus, í Norðurlandahúsinum hóskvøldið, har hon greiddi frá, hvussu húski hennara hevur minkað um útlátið av veðurlagsgassum meiri við 8 tonsum, ella við einum triðingi, seinasta árið. Hetta hevur eisini givið teimum eina sparing upp á 16.000 kr. Men tá gjørdu tey eisini eina íløgu á 20.000 kr. sum loysir seg í longdini, tí tey bjálvaðu húsini.
- Bara í hita minkaði rokningin við 1600 kr. árliga. Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum. Men um øll royna at leggja vanarnar eitt lítið sindur um, so verður tað nógv tilsamans, segði hon.
Í miðal letur ein amerkikanari 28 tons av Co2 út árliga, ein dani 15 tons , meðan hvør persónur í Kenja letur 1 tons út árliga. Mett verður, at Føroyar liggja ájavnt Danmark.
Sambært Feldtheus er málið, at øll koma niður á 1 tons í part árliga. Her er langur vegur, tá hugsað verður um, at teirra húskið megnaði at fara úr 18 tonsum niður í 12 tons eftir einum ári. Og tey gjørdu veruliga nógv fyri at minka um útlátið – tó uttan á nakran hátt at fara niður í livistøði.
Størstu broytingarnar í familjuni Feldthaus vóru, at tey bjálvaðu húsini, skiftu køliskápið út, løgdu seg eftir at sløkkja eitt nú allar standby funktiónir, seldu annan bilin og minkaðu talið av longum flogferðum.
- Tað einasta, sum broyttist í gerandisdegnum var, at nú má leggja ferðingarmynstrið betri til rættis við at brúka almenna ferðslu og súkkluna. Men tað hevur lítið upp á seg, tí reyvin, sum var av smør, verður vónandi til stál. Tí tað grøna skal vera stuttligt. Annars fáa fólk bara vaml og verða líkasæl.
--
Fylg rákinum
Úr 10 til 5 minuttir undir brúsuni
Hong klæðini heldur enn at brúka turkitrumlu
Skrúva gólvhitan niður úr 24 í 20 stig
Fyll fleiri fólk í bilin
Hav kjøtleysar dagar
Keyp lokalt framleiddar vørur
Innkeypsnet úr klæði
Kompost til lívrunnið burturkast
Koyr ikki góðan mat burtur
Spariperur allastaðni
Spariskinnarar til el
Onga stand-by nýtslu
Burtur við frystiboksini
Orkusparandi hvítvørur
Sløkk ljósið
--
Í køkinum
Hugskot Minking í el-nýtslu
Dampkóka 33 %
Kaldan ovn/eftirvarmi 25 %
Breyðristari heldur enn ovn 90 %
Brúka heitluft og fyll ovnin hvørja ferð 60 %
Brúka elketil 50 %
Uppvask v/50 stig 10-20 %
Tiðna matin í køliskápi
Feittfiltur á eymhettuni skal vera reint
--
Klædnavask
Úr 40 í 20 stig sparir 61 % el
Úr 60 í 40 stig sparir 60 % el
--
Fá fleiri góð ráð á: www.1tonmindre.dk