fimleikur
Sum ein liður í venjingunum av fimleikarunum í felagnum, byrjaði Havnar Fimleikafelag fyri nøkrum árum síðani at halda sonevndar felagsvenjingar, sum eru opnar fyri øllum limum felagsins.
Sum heild hava hesar eydnast væl, og aftur í ár hevur nevndin gjørt av, at skipa fyri slíkari venjing. Komandi sunnudag verður stór amboðsvenjing á skránni, og nakað eftir hetta, 26. januar, verður so innanhýsis kapping í amboðsfimleiki.










