Næmingarnir við Felagsskúlan á Oyrarbakka byrja ikki undirvísingina á morgni fyrr enn klokkan fimm minuttir í hálvgum níggu. Hetta verður gjørt fyri at fáa skúlatíðina at passa saman við rutunum hjá Bygdaleiðum.
Hans Erland í Brekkunum, skúlastjóri við Felagsskúlan á Oyrarbakka, sigur, at ruturnar liggja soleiðis, at um næmingarnir koma i skúla við teimum rutunum, sum koma áðrenn klokkan átta á morgni, verða tey noydd at bíða út móti einum hálvum tíma við skúlan, áðrenn tey sleppa í gongd. Sama lagið var eisini í hinum endanum, har tey eisini skuldu bíða einar 20 minuttir ella so frá tí, tímin var liðugur, til bussurin fór.
Fyri at sleppa undan, at næmingarnir brúka út við ein heilan tíma um dagin til at bíða við skúlan, hevur leiðslan gjørt av at byrja so mikið seinri á morgni, at til ber at brúka ruturnar hjá Bygdaleiðum, sum fara av Eiði og úr Tjørnuvík klokkan átta á morgni. Tær eru so á Oyrarbakka klokkan tíggju minuttir í hálvgum níggju.
Hjá næmingum, sum búgva við Gjógv, merkja hesir 25 minuttirnir, skúlagongdin byrjar seinni á morgni, at tey kunnu fara eini trý korter seinni heiman í frá hvønn morgun.
Men so er aftur galið hinvegin, sigur Hans Erland í Brekkunum, skúlastjóri. Tí til teirra, sum búgva sunnan fyri brúnna um Streymin, tað eru tey úr Streymnesi, Hvalvík og Hósvík, er als ongin ruta, tey kunnu brúka. Tí hevur verið neyðugt hjá skúlanum at leiga buss at koyra skúlabarnakoyring, sum gjørt varð í gomlum døgum. Leið 400 passar hvørgan veg til skúlatíðina á Oyrarbakka, sigur skúlastjórin.
Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur, at hjá teimum er ein uppgáva at røkja, og tað er at fáa sum flest fólk flutt sum best á rutunum hjá Bygdaleiðum.
Hann sigur, at tey hava tosað við leiðsluna á Felagsskúlanum nakrar ferðir seinnu árini. Hann vísir eisini á, at Bygdaleiðir eisini skulu røkja rutuna víðari eitt nú til Leirvíkar og Fuglafjarðar.
?Vit royna at gera tað so gott, vit kunnu, sigur Poul Jákup Thomsen. Og vit hava so valt at hyggja at, hvar tørvurin er størstur.
Hann vísir á, at tað er í grundini ikki ábyrgdin hjá Strandferðsluni at flyta skúlabørnini. Tann ábyrgdin ligur hjá kommununum. Men Strandferðslan roynir at leggja ruturnar soleiðis, at tær í mestan mun eisini kunnu nýtast av skúlabørnum. Og tað verða tær, í tann mun, tað ber til. Eisini á Oyrarbakka, hóast undirvísingin nú er flutt.
Men har, eingin ruta er, verður so neyðugt hjá skúlum og kommunum at finna aðra loysn.
S